Havnarkórið konsert í Haldarsvíkar kirkju


 

Í samband við at Havnarkórið fyllir 35 ár, fer kórið út á bygdir at framføra eina jubileumsskrá.

Nú sunnukvøldið fer kórið at hava konsert í Haldarsvíkar kirkju. Skráin er samandráttur av tí sum kórið hevur arbeitt við øll hesi 35 árini. Konsertin í annaðkvøld byrjar kl. 20.00.