Havnarkvøld við Ova Carlsen

GAMLIR VINIR: Týskvøldið verður skipað fyri hugnaløtu í sambandi við, at havnarmaðurin, Ove Carlsen, vitjar í Føroyum. Hann hevur búð í Canada í hálva øld

 

Komandi týskvøld kl 19:30 verður skipað fyri »havnarkvøldi« við heitinum »Gamlir vinir«. Tiltakið verður í læraraskúlahøllini í Havn. Tað er Victor Carlsen, saman við øðrum áhugaðum, sum skipar fyri tiltakinum í sambandi við, at farbróðir hansara, Ove Carlsen, saman við dóttrini, Susan, er á vitjan í Føroyum. Skipað verður eisini fyri tiltakinum í samstarvi Mentanarnevndina hjá Tórshavnar býráð, sum eisini hevur játtað fíggjarligan stuðul.


Eitt sindur um Ova.

Um Ova er at siga, at hann er havnarmaður burturav, føddur og uppvaksin í Tróndargøtu í Havn, men flutti tó við konu síni í 1952 til Canada, har bróður hansara, Evany, búsettist nøkur ár frammanundan. Ove giftist við Helenu, ið varð ættað úr Vági, og fingu tey eina dóttir, ið kallast Susan. Ove búsettist í býnum Trail í British Columbia, men bróðurin Evany búsettist harafturímóti í Vancouver. Í dag er Ove einsamallur. Helena andaðist í november mánað í fjør.

Ove kom tíðliga uppí tónleikalívið í Havn, og fór at spæla á blásiljóðføri. Gamli Victor Carlsen stuðlaði teimum ungu í at spæla, og fleiri av brøðrunum, bæði Ivan og Mortan luttóku í horntónleiki um tað mundið. Ove luttók í teim flestu av orkestrunum, sum tá vóru í Havnini, bæði GHM, Havnar Hornorkestri, Frelsunarherinum, og teim sokallaðu X-arunum.

Í Canada hevur Ove eisini luttikið í militerorkestrum. Høvuðsljóðføri hansara gjørdist trombonin, sum enn í dag er hansara kæri ognarlutur. Hóast hann í dag er 81 ára gamal, so dámar honum væl at spæla, og gott er minnið og innlitið í allan horntónleik, og ikki minst tann andaliga tónleikin. Seinastu árini høvdu Helena og Ove saman við familjuni sína dagligu gongd í »Trail Pentecostal Church«, og har luttekur Ove framvegis. Dóttirin Susan við síni familju, er eisini nú búsitandi í Trail.


»Útiseti minnist«

Herfyri var ein sending í Útvarpi Føroya, kallað »Útiseti minnist«, ið Hans Egholm skipaði fyri, har Ove greiddi frá tónleikalívinum í Havnini, tá hann vaks upp. Sera áhugavert var at hoyra hesa fragreiðing saman við tónleiki, og er tað henda sending, sum á ein hátt er fyrimyndin fyri hesum Hanarkvøldinum, har luttøka verður av m. a. Havnar Hornorkestri, GHM og hornorkestri Frelsunarhersins, saman við øðrum familjum, sum t.d. Óla Breckmann, familjuni Guttesen (Kisan), familjuni Restorff og familjunum Hansen/Carlsen. Eisini verður felagssangur á skránni.

? Tað er at vóna, at mong finna vegin út í Læraraskúlahøllina hetta kvøldið fyri har at hitta Ova og Susan og á tann fáa loyvi at minnast á gamlar dagar. Tað er jú vónleyst hjá Ova at hitta allar vinir og kenningar, men her so eitt høvi at hitta tey á máli, um ein vil tað. Hetta vilja tey eisini fegnast um, sigur Victor Carlsen.