- Eg angri ikki, at eg fór. Men eg haldi, at hatta er eitt meiningsleyst kríggj.
Soleiðis sigur 27 ára gamli Høgni Petersen úr Havn.
Hann var hugsjónarmaður, sum vildi gera sítt til at broyta heimin og tí meldaði hann seg í danska herin.
Í hesum sambandi varð hann sendur í kríggj í Afghanistan, har hann var hermaður í tiltikna Helmand landspartinum.
Í drúgvari grein í Sosialinum hetta vikuskiftið, greiðir hann frá, hví hann fór í kríggj í Afghanistan og hví tað var eitt so ófatiliga stórt vónbrot fyri hann.
Hann hevði eina hugsjón um at broyta heimin. Og fyri hesa hugsjónina setti hann sítt egna lív í vága og sá vinfólk verða dripin og meiðslað fyri lívið.
- Alt lívið havi eg fingið at vita, at vit eru tey góðu, og hini eru tey óndu. Okkara máti at liva upp á er tann rætti, og tað, sum hini gera, er skeivt. Tað eru vit, sum tryggja ein betri heim. Kríggj verður upphevjað, og hermenn verða sæddir sum hetjur, sigur hann við Sosialin - og ristir við høvdinum.
Eftir fýra mánaðir í Afghanistan, fekk hann hvørki sovið ella etið.
Og ein dagin, teir vóru á patrulju og høvdu mist ein soldát, og ein annar hevði mist bæði beinini í eini vegbumbu fáar metrar frá har, Høgni stóð, kom hann brádliga at hugsa:
- Hví gera vit hetta ímóti hvørjum øðrum. Hetta gevur jú onga meining yvirhøvur
Eftir at Høgni er komin heim aftur úr Afghanistan, er hann vorðin treytaleysur krígs-mótstøðumaður.
Hvønn dag hevur hann verið uttanfyri danska Fólkatingið, har hann hevur mótmælt krígnum.
- Tað er hart at skifta hugsan um eitt kríggj, har tú hevur sett lívið í váða, og har tínir vinir eru deyðir sigur hann við Sosialin.
- Men kríggj er sjálvssvik og er tað ringasta, vit kunnu gera ímóti hvørjum øðrum, sigur hann.