Talv:
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Toppdysturin hetta vikuskifti varð í Kollafirði har klaksvíkingar vitjaðu. Við IM Leif Kristensen á fyrsta borði hjá kollfirðingum og ongum Rana Nolsøe á útiliðnum vóru útlitini ikki av teimum bestu hjá klaksvíkingum.
IM Leif Kristensen, sum búði og telvaði nøkur ár í Føroyum í 80´unum, var sjálvsagt favorittur við sínum 2365 ratingstigum ímóti Steintór Rasmussen, men veruleikin varð tann at Steintór tíðliga fekk fyrimun og eisini finnu meir. Leif fekk tó avviklað støðuna til eitt heldur óklárt endatalv, har tað vísti seg at Steintór møguliga átti at hildið fram tá tikið var javnt. Higartil hava útlensku talvmeistarnir ikki havt tað lætt í Føroyum, og tað er gott tekin fyri føroyskari telving.
Klaksvíkingar høvdu styrkt annað borð við Willie Olsen sum hitti Hans Kristian Simonsen á øðrum borði. Hans Kristian fór í øgiligt álop við svarta fólkinum og tá Willie framanundan stóð kroystur varð lítil ivi um úrslitið.
Enn einaferð vann Tummas M. Anthoniussen, hesaferð á Bernhard Thomsen. Tummas vann sær nøkur tempo tá Bernhard óneyðugt reikaði runt við frúnni, og sektaði hesum við krútsterkum álopi sum vann.
Á fjórða borði skiftust Ingolf Gaard og heimkomni Heri V. Thomsen um fyrimun og endin varð at Ingolf bleiv tann seinasti at útjavna og samdust teir hareftir um javnleik.
Bæði liðini eru helst nøgd við úrslitið 2-2 Allarhelst ætlaðu kollfirðingar meir, men klaksvíksliðið hevur longu prógvað seg sum eitt verdugt boð til FM heitið, og tískil kunnu kollfirðingar ikki vera heilt ónøgdir.
Gongur rætta vegin
Sanniliga kann sigast at vend er komin í liðkappingina eftir 6. umfar. Fyri tveimum umførum síðani lógu teir úr Havnini á niðasta plássi, men eftir at Flóvin Tór Næs hevur verið heima og styrkt um liðið er rættilig gongd komin í.
Torkil Nielsn er burturstaddur, og tískil fekk Bernhard Augustinussen ábyrgdina á fyrsta borði ímóti Flóvin. Í Byrjanini hendi einki taluvert, men í miðspælinum fekk Flóvin avviklað støðuni til eitt betri endatalv við finnu meir, sum hann eisini vann.
Gutti Petersen heldur fram við sínum góðum úrslitum. Hann hitti Haldur S. Johansen á øðrum borði, og fekk ognað sær finnu í yndisbyrjanini sínari, lukkaði sisilianarin. Haldur fekk býtt fólkið av, og í rókaendatalvinum samdust teir um javnleik.
Eftir eina ringa kappingarbyrjan hevur Herluf Hansen fótað sær. Hann vann sunnudagin heldur lættliga á Hera Christoffersen. Herluf fekk tvær sentrumsfinnur sum gingu beina leið ímóti málinum, og Heri gavst í vónleysari støðu.
Á fjórða borði forðaði Olaf Berg Sonna Nielsen at fara í borg, og fekk eisini snildisliga kvalitet til hølvdar og tá kundi Sonni gevast.
3,5-0,5 til Havnina. Styrkurin frá flatlondum verður allarhelst ikki við komandi umfar sum verður leikt 4. febrúar, og sandavágsmenn mugu nærum gera tað ómøguliga um teir skulu gera sær vónir um framhaldandi umboð í fremstu røð næsta kappingarár.
Vestmenningar vaknaðir
Nú bragdaði endiliga hjá vestmenningum. Við 3-1 sigrinum á toppliðnum úr Hvalvík hava eisini teir nomið við toppin, og hesaferð varð tað fyri fyrstu ferð triðja- og fjórða borð at takka.
John Rødgaard hevur ikki veruliga havt eydnuna við sær í ár, og ímóti Martin Brekká eydnaðist tað honum ei heldur at vinna. Javnleikur varð úrslitið. Eisini talvið millum Torbjørn Thomsen og Finnbjørn Zachariassen bleiv javnt.
Hinvegin vunnu John Jacobsen og Kári Durhuus á ávikavist Sámal Christiansen og Gunnar Joensen. Hetta er júst hvat vestmenningar hava manglað, nevnliga at lægru borðini fáa stig, og heldur hesin stimi fram koma teir helt langt.
Bert trý stig eru frá klaksvíkingum niður til næstaftasta lið, Vestmanna.
2. deild
Spenningurin í 2. deild økist nú runavíkingar við Ólavi Simonsen á odda eru byrjaðir endaspurtin. Teir vunnu stórt á Gøtu, 3-1, og meðan Havnin 2 vann tepurt á Havnini 3, er munurin minkaður í toppinum.
Dysturin millum Klaksvík og Toftir er útsettur.
Í triðju deild stendur stríðið millum Vestmanna, Havnina og Kollafjørð, meðan hini liðini bert hava æruna at spælu fyri.
Eyðun deilt fyrsta pláss
Fýra føroyingar hava júst luttikið í einari vikuskiftiskapping í Farum. Hesir vóru Eyðun Nolsøe, Carl Eli Nolsøe Samuelsen, Regin Reinert, sum allir luttóku í fremsta bólki, og Dannie Nielsen sum var í triðja bólki.
Eyðun varð seedaður næsthægstur og Carl Eli fjórðhægstur. Tað gekst væl í hond, tí tá avtornað var fekk Eyðun deilt fyrsta pláss við sínum fýra stigum av fimm møguligum, meðan Carl Eli fekk hálvtfjórða stig og endaði nummar trý. Regin fekk tvey stig, meðan Dannie fekk trý stig í sínum bólki.
Wijk ann Zee
Shirov eigur enn oddasessin í GM kappingini í Hollandi. Undan áttinda umfari sum bleiv telvað í gjár lá hann hálvt stig omanfyri Kasparov og Kramnik, sum hava fimm stig. Síðani koma nøvn sum Morozevich, Adams og Anand. Trettan umfør skulu telvast.
Talvið í sjeynda umfarið millum Kasparov og Topalov er talvið hesa vikuna. Eitt sera vilt og snøgt talv.