Sáttmálasamráðingar
?Eg hevði ikki roknað við, at vit fara at góðtaka eina lønarhækking, sum er minni enn tað, sum limirnir í Starvsmannafelagnum hava fingið.
Tað sigur Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Mánamorgunin fara Havnar Arbeiðsmannafelag og tey bæði feløgini í Klaksvík undir samráðingarnar við arbeiðsgevarafelagið um nýggjan sáttmála.
Sostatt kann staðfestast, at arbeiðarafeløgini fara at samráðast í tveimum bólkum. Í hinum bólkinum eru Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag.
Vildi ikki
Karl Johansen heldur avgjørt, at arbeiðarafeløgini høvdu staðið seg betur við at samráðst í felag.
? Men tað ber ikki til, sigur hann.
Hann sigur, at orsøkin til tað er, at feløgini eru ósamd um, hvussu tey skulu vektast, um spurningurin um eitt nú verkfall, stingur seg upp.
? Tað kann ikki koma uppá tal at Føroya Arbeiðarafelag skal gera av, antin vit í Havnar Arbeiðsmannafelag skulu fara í Verkfall, ella ikki.
Men hann heldur eisini, at orsøkin til, at arbeiðarafeløgini ganga í tveimum, stingur djúpari enn so.
?Rættiligt split kom í arbeiðarararørsluna undir seinastu samráðingunum. Tá fór Føroya Arbeiðarafelag í samhugaverkfall við Starvsmannafelagið, men tað vildu vit ikki. Tað tók Ingeborg Vinther sær so nær, at Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík ikki sluppu upp í part í samráðingunum.
Karl Johansen sigur, at aftur í ár vórðu stig tikin til at øll feløgini skuldu samráðast í felag.
?Kallað varð til fundar fyrst í mars mánaða at umrøða málið. Bæði eg, og forðmaðurin í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag talaðu fyri at vit samráaddust saman.
Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag sigur, at ongin støða varð tikin á tí fundinum, men avtalað var, at nýggjur fundur skuldi vera um málið.
? Hesin fundurin bleiv ongantíð. Ístaðin fingu vit eitt skriv frá Føroya Arbeiðarafelag um, at Føroya Arbeiðarafelag ikki vildi samráðast saman við Havnar Arbeiðsmannafelag, uttan at nøkur grundgeving fylgdi við.
? Tí verða samráðingarnar í ár skipaðar sum í fjør, so at vit samráðast saman við feløgunum í Klaksvík.
Karl Johansen heldur, at tað er spell, at klandur og stríð skal spjaða arbeiðararørsluna í Føroyum.
Minst tað sama
Annars dugir Karl Johansen illa at siga nakað um, hvussu samráðingarnar verða.
Men hann dugir ikki at hugsa sær, at teir fara at góðtaka eina lønarhækking, sum er lægri enn tann, ið Starvsmannafelagið hevur fingið.
? Starvsmannafelagið er ein samfelagsbólkur, sum hevur havt meiri enn vit. Tí kann eg ikki hugsa mær, at vit fara at góðtaka nakað, sum er verri enn tað, sigur Karl Johansen.