Havnarmenn skikka sær ø_rvísi enn hinir

Tá i_ ta_ ber til hjá svimjarum at seta met bæ_i á morgni og kvøldi, so halda teir umbor_ á Havnarbátinum, at ta_ eisini kann bera til hjá einum kappró_rarbáti at hava stutt millum venjing og kapping

Flestu kappró_rarbátarnir gjørdu sí_stu venjingina burturav sær í vikuskiftinum. Summir vandu sí_stu fer_ leygardagin, og a_rir vandu sí_stu fer_ sunnudagin.
Eitt av undantøkunum er Havnarbáturin. Fríggjakvøldi_ var manningin á Havnarbátinum saman vi_ hinum ró_rarfólkunum hjá Havnar Ró_rarfelag útfer_ kring Hestoy, og tey vitja_u eisini í Hest bygd. Í vikuskiftinum vandu teir, mánakvøldi_ vóru teir vi_ í hungakvøldinum, sum Havnar Ró_rarfelag hevur undan øllum stevnunum, men í gjárkvøldi_ løgdu teir til brots aftur at venja.
- Vit fara at rógva ein trivaligan túr, og so fara vit eisini at venja eitt sindur í intervallum, seg_i Magni Brø_raberg, á_renn hetta bla_i_ fór til prentingar.
Hvussu ber ta_ til, at tit í hesum hava ø_rvísi upplegg enn hini 10-mannaførini?
- Undanfarnu árini hava vit hvílt tveir teir sí_stu dagarnar undan kappingunum. Í ár hava vit vant bæ_i hóskvøld og fríggjakvøld, tá i_ vit hava kappast leygardag. Og undan Ólavsøkuni hava vit ikki vilja_ broytt hetta.
Men eru tit eins væl fyri, sum hinar manningarnar eru?
- Vit hava valt at royna hetta, tí vit halda, at ta_ kanska er eins gott og betri. Í svimjikappingum ver_ur kappast í innlei_andi fyrrapartarnar og um kvøldarnar eru finalurnar. Ta_ kemur ofta fyri, at met ver_a sett í finalunum. Tá i_ svimjarar kunnu betra tí_irnar, so skjótt aftaná, at teir hava kappast, so halda vit, at ta_ eisini eigur at bera til í kappró_rinum. Tí royna vit hetta í ár, sigur Magni Brø_raberg, bátsforma_ur umbor_ á Havnarbátinum.