Havnarmenn spældu við eld í Trongisvági

TB málverjin bjargaði fleiri ferðir heilt væl, og spenningurin helt sær alla tíðina, hóast HB var greitt omaná

HB hevur framvegis fult stigatal, og trýstið er stórt á teimum, sum royna at kappast við toppliðið, og sum í morgin hittast innanhýsis – KÍ – NSÍ og Víkingur – B36.

Úrslitið við Stórá í Trongisvági seinnapartin var 1-0 til HB. Einasta málið skoraði HB miðvallarin Dan í Soylu, tá ið hann í 12. minutti og eftir gott álop og fríspæling inn um verjuna frá Øssuri Dalbúð sendi bóltin í handara síðunetið.

HB hevði bóltin nógv størsta partin av tíðini í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki var yvirvágin uppaftur størri. Hetta ber nógvar spentar støður og fleiri góðar málmøguleikar við sær. TB málverjin Meinhardt P. Joensen var ein brandur, og HB álopsspælararnir vóru ikki altíð so neyvir.

TB misti vongverjan í høgru, Jens Erik Bruhn, sum sá gula kortið fyri aðru ferð í 65. minutti. René S. Joensen varð fluttur í vinstru álopsódn hjá HB, har hann í økinum, sum lá opið eftir útvísingina, hevði góðar fyritreytir at samanspæla við væl upplagda framrættaða vongverjan Daniel Johansen.

Hóast TB var undirmannað, so var tað spenningur til síðsta bríksl. TB royndi at spenna álopsbogan, Dánjal Godtfred og John Villi Wøldike Leo vóru raskir á miðvøllinum, men tað eydnaðist ikki at fáa størri møguleika enn onkra eitt sindur spenta støðu, eftir okkurt horna og fríspark.

Sigurin ber við sær, at HB hevur 18 stig fyri seks dystir, og at TB framvegis hevur eitt stig fyri seks dystir.

Í sjeynda umfari fær HB vitjan av Skála, og TB fær vitjan av ÍF.

 

TB - HB 0-1 (0-1)

0-1: Dan í Soylu

Dómari: Rani A. Skaalum

 TB: Meinhardt P. Joensen – Jens Erik Bruhn, Rasmus Møller, Ndende Adama Guéye, Sebastian Kroner – Dánjal Godtfred, John Villi Wøldike, Einar Thorsteinsson – Samudeen Musah, Poul Ingason, Einar Thorsteinsson

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Bartal Wardum, Heðin Hansen, Daniel Johansen – Mikkel Frankoch, Mathias Nygaard, Dan í Soylu, René S. Joensen – Pætur J. Petersen, Øssur M. Dalbúð