Havnarmenn vóru gestablíðir

Í heimasjógvi vunnu vertirnir í Havnar Róðrarfelag, sum samanlagt munnu hava staðið fyri besta avrikinum nakrantíð, bara eina FM kapping

Alt gekk upp á stás í ólavsøkukappróðrinum. Undantakið var steypahandanin, sum HR og RSF eru felags um. Tíðin er farin frá langa hátíðarhaldinum, tá ið tað gongur meiri enn ein tími at handa øll steypini og allar metalkrónurnar. Tað hevði hesa ferð við sær, at tað, sum í gomlum døgum var mest hátíðarkenda løtan ? tá ið løgmaður handaði sítt stey ? nú er vorðið keðiligt uppískoyti, tá ið áhoyrararnir eru vornir troyttir, og tá ið Útvarpið hevur sett yvir til tíðindasendingina.
Tað er ikki okkara uppgáva at geva HR og RSF ráð og vegleiðing í, hvussu teir skulu loysa keðiligu støðuna, sum handanin av gulli og skreyti tykist at vera komin í. Tað eru felagið og sambandið ivaleysa dugnalig sjálvi at finna út av. Men tað hevði verið upplagt at skipa handanina, sum hon verður skipað, tá ið talan er um svimjikappingar og kappingar í frælsum ítrótti. Tá vera handanirnar fingnar frá hondini sum hvørt. At handa vinnarunum steyp og skreyt á málinum, meðan tað verður bíðað eftir næstu kappingini hevði verið upplagt. Eftir annan róðurin kunnu fyrstu vinnararnir, sum tá eru komnir væl og virðiliga á land, fáa steyp og skreyt, og so verður endabresturin av handanini so nógv styttri, enn hann hevur verið tey seinastu árini.

Blíðir vertir
Havnar Róðrarfelag hevur havt eitt tað besta kappingarárið nakrantíð. Felagið hevur ongantíð luttikið við fleiri manningum, enn teir hava gjørt við í ár, og burtursæð frá í kappingini millum 6?mannafør við monnum hevur felagið verið við til at sett dám á kappinginar um fremstu plássini í øllum hinum kappingunum.
Havnarbáturin vann á Norðoyastevnu, Ørvur vann seks kappingar og gjørdist meistari, Gongurólvur við kvinnum vann fimm kappingar og vann FM, Sílið við dreingjum vann fýra kappingar og FM, Drekin við gentum vann tríggjar kappingar og FM, og Sílið við gentum vann tvær kappingar.
Allar fyrireikingar og allir karmar kring teir tólv ólavsøkuróðrarnar ? seks FM róðrar og seks eykaróðrar ? vóru í toppi, og alt gekk upp á stás.
Men fyri HR var tað merkisvert, at tað fyri einastu ferðina á árinum bara eydnaðist bátum hjá felagnum at vinna ein róður. Tað vóru genturnar umborð á Drekanum, sum vardu æruna hjá Havnar Róðrarfelag.
Størsta vónbrotið hjá vertunum mundi tað vera, at Ørvur ikki megnaði at vera ósigraður í hesum róðrarárinum, og at Havnarbáturin fyri aðru ferð í hesum kappingarárinum endaði á fjórða plássinum og harvið aftastur.
Men hóast tað á Ólavsøku ikki gekk akkurát, sum tað kundi verið roknað við, og sum teir í HR høvdu vónað, so ber ikki til at siga annað, enn at Havnar Róðrarfelag hevur havt eitt framúr gott kappingarár. Fýra av seks kappingum vunnu teir. So væl hevur eitt róðrarfelag bara staðið seg eina ferð áður. Tað var í 1996, at eitt og sama róðrarfelag vann fýra FM heiti, og tá var tað eisini Havnar Róðrarfelag, sum var stóri sigursharrin.