Havnarmenninir vóru betri skipaðir

Fótbóltur, 2. deild: Næstbestu HB menninir vunnu 2-0 á næstbestu NSÍ monnunum

2. deild: NSÍ-HB 0-2 (0-2)


Hóast tað fyri tað mesta leikaði javnt á, so var tað á ongan hátt burturvið, at HB leygardagin fór úr aftur Runavíkini við øllum trimum stigunum. Ferðin var ikki so ógvuliga høg, og tað hevði við sær, at tað bar til at spæla fótbólt, og í løtum hekk spælið hampuliga væl saman. Á heimaliðnum var Arnfinn Langgaard á miðvøllinum í 1. hálvleiki og í álopinum í 2. hálvleiki, og í verjuni var Hendrik Egholm, sum hevur verið burturfrá í fleiri ár, drúgvur á aftasta manni.

Tá eitt korter var eftir, skifti NSÍ venjarin, Trygvi Mortensen, seg sjálvan inn á miðvøllin. Tað mundi hann gera, tí hann hevði staðfest, at tað gekk so sera illa hjá hansara monnum at leggja sendingar, sum kundu bera opnar málmøguleikar við sær, men NSÍ fekk einki mál. Teir á heimaliðnum vóru sera lítið vandamiklir, og teir høvdu allar 90 minuttirnar ongan upplagdan málmøguleika.

Í 2. hálvleiki høvdu NSÍ menninir bóltin nógv, og sum tað leið fram móti endanum fluttu teir fólkið alt longri fram, men hetta hevði ikki opnar møguleikar við sær.

Á HB liðnum var Jóannes Jakobsen góður stýrimaður í 1. hálvleiki (hann kom ikki innaftur eftir steðgin), og serligi munurin á liðunum var, at Ingi Rasmussen, Eyðun Højgaard og Pætur Dahl megnaðu at skipa álopsspælið hjá HB.

17 minuttir vóru farnir, tá Pætur Dahl setti hol. Málið líktist akkurát tí, sum Brian Laudrup í síni tíð skoraði fyri danska landsliðið. Frísparkið við vinstra beini næstan frá baklinjuni í høgru fór dygst undir samankomingini í handara borðinum.

Pætur Dahl økti, tá 33 minuttir vóru farnir. NSÍ verjan tóktist passiv, Pætur Dahl rann móti innlegginum úr høgru og við høvdinum snittaði í handara síðunetið. Tá NSÍ fram móti endanum flutti fólkið fram, hevði HB fleiri møguleikar, t.d. var Eyðun Højgaard, sum í 1. hálvleiki var komin inn um málverjan men eitt sindur kroystur sendi við síðuna av málinum, tvær ferðir leysur, men Ólavur Olsen bjargaði.