Havnastjórar á FaroExpo

Nakrar av teimum størru kommununum í Føroyum eru á felags bási á FaroExpo, sum er í Runavík í dag Tað hevur gingið væl hjá Virkisráðgevingini (VRM) at fáa fyritøkur at luttaka á vinnustevnuni FaroExpo í ár.

Hetta er sætta árið á rað, at stevnan verður hildin í Runavík, og í ár eru tað meiri fyritøkurnar sjálvar, sum í góðari tíð undan stevnuni vístu áhuga fyri at vera við.

Umleið 70 fyritøkur eru við á stevnuni hesaferð, einar 20 úr Íslandi, Noregi og Danmark - og síðan eru hinar allar úr Føroyum.

Millum føroysku fyritøkurnar eru fleiri av teimum størru kommununum í Føroyum savnaðar á einum felags bási.

Tveir av teimum, sum eru partur av kommunalu umboðanini, eru havnastjórarnir í ávikavist Runavíkar kommunu og Fuglafjarðar kommunu, Tórbjørn Jacobsen og Rólant Højsted.

Báðir eru lutfalsliga nýggir í sínum størvum.

Rólant, sum býr á Eiði, men er ættaður úr Funningi, hevur verið í sínum starvi í sløk tvey ár - og Tórbjørn Jacobsen søkti og fekk starvið sum havnastjóri hjá Runavíkar kommunu fyrr í heyst.

Báðir hava siglt úti og hava útbúgving sum skipsførarar.

Tórshavnar havn er Føroya størsta, síðan kemur Fuglafjørður, Runavíkin - og á fjórða plássi kemur Klaksvíkin.