Fyri at geva umhvørvinum og klimabroytingunum ans, verður ljósið sløkt í miðbýnum í Havn og í Norðasta horni um fáar minuttir. Kommunan mælir øllum borgarum at gera tað sama. Í kvøld verður ljósið sløkt í miðbýnum í Havn og á Norðasta horni í ein tíma millum klokkan 20.30 og 21.30, so høvuðsstaðurin ? saman við 37 øðrum høvuðsstøðum kring heimin ? kann geva umhvørvi og klimabroytingum ans.
Milliónir av menniskjum kring allan heimin sløkkja ljósið í ein tíma, fyri at vísa heimsins politikarum, at tey vilja hava ein enda á globalu upphitingini, sum hóttir umhvørvið.
Átakið, sum eitur »Earth Hour«, hevur góða undirtøku um allan heim. Tað byrjaði í Sydney í Australia fyri tveimum árum síðani, og í fjør vóru yvir 30 lond, 20.000 virki og milliónir av menniskjum við. Føroyska heitið kundi verið »Jarðtímin«, sigur kommunan á heimasíðuni.
Í ár verður talið væntandi meira enn tvífaldað, og Havnin telist millum 38 høvuðsstaðir, sum eru við ? teirra millum London, Beijing, Rom, Moskva, Athen, Buenos Aires, Istanbul, Keypmannahavn, Manila, Bruxelles og Helsinki.
Samstundis, sum Tórshavnar kommuna gongur undan í tiltakinum við at sløkkja ljósið á Ráðhúsinum og gøtuljósini í miðbýnum og á Norðasta Horni, verður mælt borgarunum og øðrum at gera tað sama henda tíman leygarkvøldið 28. mars.