Havnin koyrir í ógvuliga lágum geari í løtuni, og kring um landið er støðan á leið hin sama sum í høvuðsstaðnum. Lítið fólk ferðast sjóvegis millum oyggjar, og fá koyra í býarbussunum í Havn. Ein bussførari segði við In.fo í morgun, at hann hevði koyrt í tilsamans 10 tímar í gjár, og talið av ferðandi allan dagin gjørdist 28.
##ms##
Nógvir handlar eru stongdir, og onkur hevur opið niðursetta tíð. Í Posthúskjallaranum, har starvsfólk hjá Tórshavnar kommunu eta, verða fólkini deild í bólkar og í mesta lagi fýra sita við hvørt borð. Matstøð í miðbýnum eru stongd, og sama er við Fisk & Kips á Vaglinum. Í Vágsbotni hevur Eta opið.
Myndamaðurin hjá In.fo tók nakrar myndir nú um middagsleitið, tær flestu í Vágsbotni og í gongugøtuni í miðbýnum. Soleiðis, sum myndirnar vísa, er tað mesta stongt, og í bussunum er band, sum sigur, at ferðandi ikki skulu nærkast bussføraranum. Gingið verður inn og út har afturi í bussinum.
##med2##