Havnin er um at missa sálina

Kári Árting


Hetta segði ein havnarmaður við meg ein dagin. Prátið var fallið inn á gartnaríið hjá Torstein, sum lá har yvir av SMS. Kommunan hevði skund at selja økið, so okkurt spekulasjónsbyggjari kundi klamsast upp har, í staðin fyri at lata onkran føra driftina víðari undir treytum, ella at lata tað fella saman við tí grøna økinum omanfyri. Lukkutíð fyri okkum øll, sýnist tað nú sum treytirnar sum býráðið fekk hesa stórfingnu gávu undir, forða fyri, at bygt verður á økið. Hetta er tíverri ikki eindømi av snævurskyggni og umhvørvisvandalismu. Vit harmast um trøðna við Jóannesar Paturssonargøtu og um skúlabyggingina við Kongagøtu, samstundis sum vit fegnast um, at Tinganes bleiv bjargað. Kirkjubøsjingar tit eru við í komununi nú, men ansi tykkum, annars liggur múrurin sum grótkast fyri ein bátahyl í Sugguni ein penan dag, um skilið sleppur at halda fram.
Umhvørvispolitikkur er meira enn reinir vegir, reinar áir og reinar vágir. Tað er bara ein sjávfylgja, at hetta skal fungera. Umhvørvismál er at fáa alt hetta, sum tíðin krevur, bilar, handlar, o.s.fr. at sampakka við tað sum er. Okkurt gamalt má víkja, men hetta skal gerast við varsemi, Havnin hevur eina elligamla søgu, og tað hava Kirkjubøur, Kollafjørður og hinar bygdirnar í kommununi eisini. Men tað er ikki bara søgan tað snýr seg um, tað er eisini trivnaðurin. Tá ið stórar broytingar skulu gerast, eigur fólkið í grannalagnum at fáa stundir og umstøður at koma við sínum viðmerkingum, tí tað er sjáldan bert ein máti at gera tingini uppá. Hetta við at trumla tingini ígjøgnum uttan fyrilit, er vónandi ein farin tíð. Men so mugu vit eisini standa saman hin 9 novembur, og siga teimum, sum hava rátt fyri borgum, at nú er nokk.