Havnin heiðrar Heðin

Tað er ikki gerandiskostur, at borgarar sita 40 ár í býráðnum.

Tað hevur Heðin Mortensen gjørt, og tað ætlar Tórshavnar Býráð at markera við almennari móttøku í Dansifrøi næsta fríggjadag, 1. februar.

Heðin Mortensen er tann, sum hevur sitið nógv longst í býráðnum. Heðin Mortensen, sum nú umboðar Javnaðarflokkin í býráðnum, varð valdur í býráðið á fysta sinni í 1972, tá umboðandi Uttanflokkalistan hjá Petur í Gong, sum var størsti flokkur í býráðnum frá 1966 til 1984.

Topplistin yvir tey, sum hava sitið longst í Tórshavnar Býráð síðani arbeiðið varð skipað í býarstýri í 1909, sær soleiðis út:

1 Heðin Mortensen, 40 ár

2 Petur í Gong, 34 ár

3 Trygvi Samuelsen, 28 ár

4 Jan Christiansen, 28 ár

5 Kjartan Mohr, 24 ár

6 Ingi Mohr, 24 ár

7 Johan Pauli Henriksen, 24 ár

8 H. C. W. Tórgarð, 21 ár

9 Elin Lindenskov, 20 ár

10 Jens M. Poulsen, 20 ár

11 Petur Christiansen, 20 ár

12 Leivur Johannesen, 20 ár

13 Leivur Hansen, 20 ár

14 Hans Chr Andreasen, 18,5 ár

15 Tórfinn Smith, 18,5 ár