Havnin hevur mist valdið

Kappróður: Eingin bátur hjá Havnar Róðrarfelag vann á norðoyastevnu

Ofta hevur verið tikið til, at tað hevur ikki verið serliga stimbrandi fyri spenningin í kappróðrinum, at høvuðsstaðurin á nógvum stevnum hevur vunnið so nógvar róðrar. Hetta hevur ikki minst gjørt seg galdandi á norðoyastevnu, tá tað er komið fyri meiri enn bæði tvær og tríggjar ferðir, at bátar hjá Havnar Róðrarfelag hava vunnið nógv teir flestu róðrarnar, tí teir hava verið í klárt bestu venjingarstøðuni.

Um nógvir ella fáir sigrar til Havnar Róðrarfelag er mátistokkurin fyri spenningin í kappróðrarárinum, so kunnu vit eftir norðoyastevnuna sláa fast, at talan verður um eitt sera spennandi kappróðrarár.

Havnar Róðrarfelag, sum í fjør vann tveir róðrar á norðoyastevnu ? tá vóru Drekin við dreingjum og Gongurólvur við kvinnum fremstir ? var sum vanligt tað felagið, ið var best umboðað á stevnuni (teir høvdu átta manningar við), men teir vunnu ongan róður, og tað var bara Drekin við dreingjum, sum endaði á øðrum plássi.

Áhugin fyri kappróðri er sera stórur í Suðurstreymi. Umframt manningarnar hjá HR vóru í hvussu so er tíggju aðrar manningar úr Suðurstreymi við í kappróðrinum á norðoyastevnu. Snopprikkur og Argjabáturin vunnu, og fleiri aðrar manningar úr Havnini endaðu á øðrum plássi, so heilt sørir vóru teir í høvuðsstaðnum ikki, men HR fekk altso ikki so nógv skreyt, sum teir onkuntíð hava fingið.

Undanfarin ár hava tað umframt Havnina og Argir serliga verið bygdirnar í Sundalagnum og Vestmanna, sum hava gjørt nógv um seg í kappróðrinum.


Upp og niður

Vestmenningar tykjast vera í einum aldudali ? fyribils í hvussu so er. Í fjør mannaðu teir Havfrúnna bæði við dreingjum og gentum, umframt at teir mannaðu áttamannafarið Gullbrand úr Fuglafirði. Á norðoyastevnu um vikuskiftið var Vestmanna bara umboðað av Vestmenninginum, og tað royndist ikki serliga væl.

Nýggi Eysturoyingurin vann, samstundis sum seksmannafarið hjá NSÍ, Sølmundur, var um reppið at vinna og endaði á øðrum plássi. Tað er einki at ivast í, at hetta fer at økja um áhugan fyri kappróðri eystaru megin á Skálafjørðinum, ikki minst hesar næstu dagarnar, tí longu komandi leygardag sleppa tær báðar manningarnar at royna seg í heimasjógvi. Skálafjarðarstevnan hevur annað hvørt ár FM kappróður, og í ár telur róðurin á Skálafjørðinum við í FM kappingini.

Harafturímóti tykist tað ikki at vera so nógv lív í kappróðrinum hinumegin fjørðin. Skálabáturin er ikki mannaður enn, og soleiðis sum tað ljóðar, so bendir alt á, at hann verður ikki flotaður í ár. Tíbetur er nógv arbeiði á Skála, men fyri kappróðurin hevur hetta við sær, at stundir eru ikki at leggja tað orku og tíð í venjingina, sum skal til, um hugsingur skal vera um at blanda seg í kappingina um fremsta plássið.

Vágbingar hava áður vunnið bæði við tíggjumannafarinum og við fimmmannafarinum. Nú er nakað síðani, at Vágur var millum tey fremstu plássini, og tí var tað serliga hugaligt, at spildurnýggi gentubáturin hjá teimum fór suður um við sigrinum.

Tað var eisini hugaligt fyri áhugan, at genturnar úr Fuglafirði, sum manna Erlu Kongsdóttir, stóðu seg so avbera væl.

Alt í alt er tað nógv sum bendir á, at talan verður um eitt sera spennandi kappróðrarár.


Tíðin og kortini

Vit søgdu í blaðnum undan norðoyastevnuni, at Róðrarsambandið hevur lagt seg eftir, at tað skal ganga skjótari fyri seg at avgreiða róðrarnar. Máta vit tíðina, sum á norðoyastevnu gekk frá tí, at skotið varð fyri fyrsta róðrinum og til síðsta tíggjumannafarið var komið á mál, so gingu tríggir tímar, og tað er neyvan nøkur ósemja um, at tað er ov leingi og ikki nóg vinarligt móti áskoðarunum.

Fyrireikingarnar vóru góðar, og bátarnir vóru fyrri á startmálinum, enn teir hava verið áður. At tað allíkavæl tók fitt av tíð komst av veðrinum, sum eingin er harri yvir. Fríska lotið hevði við sær, at tað stóð nógv á fasta startinum, og á tvey túsund metra málinum varð hann als ikki brúktur.

Eingin ivi er um, at teir gjørdu nógv fyri at skunda sær, tá fasti starturin varð fluttur av túsund metra málinum og á fimtan hundrað metra málið, men tað kemst heldur ikki uttanum, at henda flytingin økti um avgreiðslutíðina. Spurningurin er so, um tað hevði borið til at havt ein fastan start á túsund metra málinum og ein á fimtan hundrað metra málinum.