Havnin í ólavsøkubúnan

Broytingarnar skulu millum annað viðføra, at ferðslan skal ganga betri, og parkeringsóskilið í Miðbýnum fær helst ein enda við hesum

-Endamálið er fyrst og fremst, at Miðbýurin skal síggja betri út. Hetta sigur Heðin Mortensen, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Kommunu, um tær broytingar, sum í løtuni fara fram í Miðbýnum.


Parkeringsóskilið loyst

Seinastu tíðina hava miðbýargestirnir sæð, at arbeitt hevur verið aftan fyri bygningin hjá Føroya Sparikassa, eins og nýggjar rípur eru at síggja á vegnum, tá koyrt verður eftir gongugøtuni.

Orsøkin til nýggju vegamerkingarnar er tann, at býráðið nú vil hava ferðsluna í Miðbýnum at ganga betri. Í stuttum er ætlanin við hesum tann, at bilar, sum koma úr Steinatúni og oman gjøgnum byin, nú verða noyddir at snara til høgru á Káta Horninum, meðan bilar, sum koma av Tinghúsvegnum oman móti Miðbýnum, skulu snara til vinstru á sama stað. Á henda hátt møtast bilarnir ikki, og hetta skuldi so viðført, at ferðslan fer at ganga lættari. Samstundis verða gongubreytirnar breiðkaðar, tí sum Heðin Mortensens sigur, so skal gongugøtan jú vera fyri gongufólk. Sum er, er hetta bert gjørt við strikum á vegnum, men innan stutta tíð verður ferðsluforðingin meira sjónlig.

Umframt at hetta eftir ætlan skal fáa ferðsluna at glíða betri, so er eisini líkt til, at hetta vil viðføra ein enda á tí parkeringsóskili, sum hevur valdað í Miðbýnum seinastu tíðina.

Framyvir verður tað nevnliga soleiðis, at parkering í Miðbýnum bert verur loyvd vinstrumegin, har básar verða uppmerktir til endamálið.


Kioskin verður verandi

Við bygningin hjá Sparikassanum og oman móti Tinghúsvøllinum, verður arbeitt við fullari ferð í hesum døgum.

Her er ætlanin, at ein snotuligur grasvøllur skal verða, haðani tað verður opið móti bæði Tinghúsvøllinum og trappuni millum Tinghúsið og Telegrafstøðina. Heðin Mortensen greiður frá, at ætlanin so er, at hesin vøllur skal kunna nýtast til alskyns endamál, eitt nú útimøtir, røður, sang og mangt annað.

Saman við áðurnevndu ætlan um ferðsluna skal hesin partur av Miðbýarætlanini vera liðugt gjørdur á ólavsøku, soleiðis at ólavsøku gestirnir kunnu uppliva ein snotuligan og nærum nýggjan Miðbý, uttan at hetta tó skal merkja, at mold og arbeiðsamboð sløðast nakrastaðni.

Í samband við arbeiðið at leggja flag aftan fyri Sparikassan, hevur verið umhugsað at flutt Kioskina í Miðbýnum, men fyri fyrst verður Asta verandi. Júst hvørjar ætlanir býráðið hevur í hesum sambandi, er ikki heilt greitt, men smb. Heðini Mortensen, er í øllum førum vist, at Kioskin verður verandi í Miðbýnum: -Kioskin í Miðbýnum er ein býarmynd, so hon verður so í øllum førum verandi í Miðbýnum.


Fríðka um

Annars arbeiðir býráðið framhaldandi við at snøgga um í Miðbýnum, uttan at hetta kortini merkir nakra kollveltandi broyting í býarmyndini.

Nýggir flísar verða lagdir ymsastaðni, og ábøtur og viðlíkahald verður eisini gjørt í størst møguligan mun: ?Ja, yvirhøvur royna vit at »shina« alt eitt sindur upp, sigur Heðin.

Ein sjónlig broyting verður tó at síggja í næstum. Gosvatnið við Káta Hornið, sum tó ongantíð hevur goyst nakað serligt, skal eftir ætlan flytast niðan til Svimjihøllina. Gosvatnið, sum samstundis er ein standmynd, varð í sínari tíð gjørt av Fridtjof Joensen, hevur so at siga ongantíð verið tendrað. Hetta tí fólk at kalla fingu karm, um bert eitt lítið lot var eftir Gongugøtuni.

Nú verður gosvatnið so flutt til meira hóskandi umhvørvi við Svimjihøllina. Eingin standmynd ella líknandi verður sett upp ístaðin niðri í býnum, so yvirhøvur verður fríari í gongugøtuni.

Seinni verða helst lagdir flísar um alt Káta Horn, men hetta er alt liður í eini langtíðarætlan.

Fyri fyrst ræður um at snøgga høvuðsstaðin til, so hann verður snotuligur til ólavsøkuna ár 2000.Eg haldi ikki man skal vera kløkkur, um olja ikki verður funnin fyrr enn um eini trý ár. Tit eiga at verða fyrireikaðir uppá, at tann fyrsta og næsta boringin ikki treffir við olju. Hóast vit halda okkum vita nógv um undirgrundina, og tað eru royndir frá økinum nærhendis, so eru tað altíð "yvirraskilsi" í hesi vinnu.

Hvørji feløg enn fáa lisensir, so heldur Chris Kernick, at hetta kann blíva ein spennandi tíð og stór avbjóðing fyri Føroyar. Eitt eru so tey mest áhugaverdu økini við markið, men tað liggja eisini stórar avbjóðingar fyri framman, tá talan verður um at hyggja nærri at teimum strukturunum, sum liggja undir tjúkka basaltinum.