Havnin letur grøna virðisløn

Umhvørvisvikan hjá Tórs­havnar kommunu verð­ur í døgunum 3. til 10. mai. Eins og í fjør fer komm­un­an at lata einum stovni, virki, felagi, bólki ella ein­stakl­ingi eina grøna virð­is­løn í sambandi við Um­hvørv­is­vik­una.

Tórshavnar kommuna vil tí fegin hava uppskot frá borg­­­ar­­um um, hvør hevur gjørt eitt ella fleiri serlig á­tøk fyri umhvørvið og sum hevur uppiborið grønu virð­is­lønina fyri tað.
Skriva eitt sindur um, hvønn tú tilnevnir, hví tú til­nevnir viðkomandi og hvønn kommunan kann venda sær til fyri at frætta nærri. Tað ber eisini til at til­nevna seg sjálvan. Virð­is­lønin er 10.000 krón­ur og verður latin í Um­hvørv­is­vik­uni.
Tilnevningar skulu vera Tórs­havnar kommunu í hendi seinasta lagi 30. apríl 2014. Meldið til á www.torshavn.fo, sjálv­av­greiðsl­uni ella í Snarskivuni, tel­efon 30 20 10.
Í fjør fekk Jákup Dahl grønu virðislønina fyri sítt megnararbeiði við urt­a­garð­inum við ánni und­an Djúpagili innast í Skradd­ara­gøtu ­í Hoyvík. Jákup Dahl hevur her gjøgnum fleiri áratíggju skapt ein av Føroya vakrastu urta­gørð­um burtur úr berum fjalla­lendi.
Sigrun Mohr, bý­ráðs­lim­ur, fegnast um, at grøna virð­is­lø­nin verður latin aft­ur í ár. Hon heldur tað hava týdning at vísa atlit til umhvørvið.
”Tað er umráðandi, at vit halda fast við grønu virðislønina, tí tað ræður eisini um at løna teimum, sum gera nakað gott fyri umhvørvið,” sigur Sigrun Mohr.
– Vit kunnu ikki stýra øll­um, sum hendir rundan um okkum, men vit eiga at halda fast um tað, vit kunnu á­­virka og har vit kunnu gera mun. Umhvørvið er ikki bara fyri okkum, men eisini fyri fram­tíð­ar ætt­arlið, og vit eiga tí eisini at vera góðar fyr­i­myndir hjá okk­ara børnum og vísa teimum, at tað loysir seg at ansa eft­ir umhvørvinum,” sigur Sigr­un Mohr, býráðslimur í Tórs­havnar kommunu.