Leivur Hansen
borgarstjóri í Tórshavn
Næsta summar verður av álvara farið undir at leita eftir olju undir Føroyum og gongst alt eftir ætlan, kunnu vit væntandi rópa okkum oljutjóð um nøkur fá ár.
Havnin verður sjálvandi eisini landsins miðdepil í hesum høpi. Sama hvar útgerðarhavnin verður.
Flestu oljufeløgini, ið nú hava fingið loyvi at leita eftir olju undir Føroyum, hava longu ella fara í næstum at lata upp skrivstovur her í høvuðsstaðnum ? og tað skulu tey vera vælkomin til.
Samstundis hava vit fingið ábendingar um, at ikki bert starvsfólk teirra á landi, men eisini úti á leitingarøkinum, ætla at søkja sær bústað her í kommununi ella í grannalagnum.
Summi við øllum sínum húski.
Setur stór krøv
Hetta økir sjálvandi um tey frammanundan stóru krøvini til kommununa, ið m.a. standast av stóra fólkavøkstrinum.
Eitt nú á íbúðarøkinum. Barnagarðsøkinum. Skúlaøkinum. Frítíðartilboðum o.s.fr.
Upplýsast kann í hesum sambandi, at arbeitt verður bæði umsitingarliga og politiskt við at skapa loysnir á øllum hesum økjum.
Sum skilst verður neyvan talan umta stóru innrásina av útlendskum oljuarbeiðarum beinanvegin.
Men heilt sørt verður tað kortini ikki. Heldur ikki, um møguli olja ikki kemur uppá land her, men ístaðin verður flutt beinleiðis á marknaðin.
Tí ræður sjálvandi um hjá okkum at vera so væl fyrireikað sum gjørligt.
Vilja hava fólk, ið trívast
Við at útvega teimum so góðar karmar og umstøður sum gjørligt, kunnu vit vónandi fáa ávirkan á, hvat slag av fólki, oljufeløgini senda hendavegin.
Fyri kommunu- og landskassan hevði tað t.d. verið ein fyrimunur, um talan var um heil húski við góðum útbúnum fólki heldur enn einstaklingar, sum bert eru her í eina styttri tíð og lítið og onki leggja eftir seg.
Men hetta krevur m.a., at íbúðar-, skúla- og frítíðarviðurskiftini eru í lagi, soleiðis at tey kunnu trívast her.
Kunnað seg
um oljuvinnuna
Í sambandi við eina møguliga komandi oljuvinnu, hevur Tórshavnar kommuna hesi seinnu árini á ymsan hátt roynt at kunnað seg um hesa nýggju vinnu.
M.a. á oljuráðstevnum í Aberdeen, Stavanger og aðrastaðni.
Og júst sum lið í royndunum at brynja seg so væl sum gjørligt til tær avbjóðingar, ið fylgja í kjalarvørrinum av hesi vinnu, hevur Tórshavnar kommuna gjørt samstarvsavtalur við hesar báðar týdningarmestu oljubýirnar í Europa.
Við hesum báðum avtalum í hondini áttu vit at kunna sloppið undan at skula uppfinna tann djúpa tallerkin um aftur.
Njóta væl av samstarvi
Aberdeen og Stavanger eru við sínum áralongu royndum sum oljumiðdeplar fúsir at leggja okkum lag á við góðum ráðum.
Og hesum samstarvi njóta vit longu væl av, kann eg heilsa og siga.
Tórshavnar kommuna fer at halda fram við miðvísa arbeiði sínum til tess at fyrireika seg so væl sum gjørligt til tær avbjóðingar, ið oljuvinnan hevur við sær, soleiðis at kommunan og samfelag okkara sum heild fær sum mest burtur úr hesi nýggju vinnuni.