Havnin og Klaksvík tald av nýggjum

Eftir løgtingsvalið leygardagin eru tey longu farin undir at fíntelja atkvøðurnar.

Við løgtingsvalið var í allar flestu førum greiðir vinnarar og greiðir taparar. Men í einum føri er rættiliga stutt millum tann sum varð valdur og tann sum fall.

Hetta er serliga galdandi fyri tvey av valevnunum hjá Javnaðarflokkinum. Her eru bert tríggjar atkvøður á muni millum Eyðgunn Samuelsen sum varð vald og Helenu Dam á Neystabø sum ikki varð afturvald.

- Vit hava longu fíntalt atkvøðurnar í Havn og í Klaksvík, men eg sigi einki um, hvørt nøkur broyting er í úrslitinum, sigur Malan Johansen, forkvinna í Løgtingsvalnevndini.

Restina av degnum og í morgin verður hildið fram kring landið. Óhugsandi er ikki, at tað endaliga úrslitið verður greitt í morgin ella mikudagin.