Í Finaluni luttóku heili 16 lið og verða skiftistelvarar roknaðir við, møttu sostatt uml. 80 skúlanæmingar til telving í Kollafirði. Best umboðaði vóru næmingar úr Kollafirði - við Kára Durhuus, lærara - sum lúttóku við 7 liðum.
Havnin vann FM gull hjá teim eldri á 4. sinni uppí slag, meðan yngru Klaksvíkingarnir tóku trónuna frá Sandavági, sum hevði vunnið FM 3 tey seinastu árini. Í opnu bólkunum vunnu Kollfirðingar tann eldra, meðan Havnin vann yngra bólkin.
Havnin gjørdist greitt FM vinnari í 5.-10. flokki. Ongin ivi var um úrslitið, meðan kappingin um silvur og bronsu varð javnari, men har Vestmanna dróg longra stráðið í finaluumfarinum ímóti Klaksvík. Havnin tryggjaði sær harvið sítt fjórða FM-heitið uppí slag í elsta bólkinum.
Havnin (14,5)
Vestmanna (7,0)
Klaksvík (4,5)
FM-finalan í 4. flokk og yngri gjørdist rættiliga spennandi, tí tá seinasti leikur var fluttur, vóru einans 2 stig á muni í millum Klaksvík og Sandavág, sum seinastu 3 árini hevur vunnið FM. Endaði eittans innanhýsis talvið øðrvísi, varð talan um javnstøðu í oddinum. Men samanumtikið vóru Klaksvíkingar teir drúgvaru, ikki minst megnaðu teir at vinna allar 3 kappingarnar á hesum sinni. Klaksvík vann Gull, meðan Sandavágur vann silvur. Kollfirðingar smæddust ikki burtur og vórðu somuleiðis sera tætt við oddin, men vunnu bronsuna.
Klaksvík (15,5)
Sandavágur (13,5)
Kollafjørður 2 (13,0)
Kollafjørður 1 (11,5)
Vestmanna (6,5)
Stendur at lesa á heimasíðuni hjá Talvsambandinum