Havnin onga orsøk til stúran

Samgongan satsar upp á hægri útbúgving á Fróðskaparsetrinum. Stórsta íløgan í útbúgving nakrantíð verður í Marknagili, og bæði skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingarnar verða verandi í Havn, og harafturat verða hesar útbúgvingar munandi mentar.

Tað er gott at síggja, at Havnin hevur ein borgmeistara, sum roynir at verja sína egnu borg. Tað skal ein lokalpolitikkari, sum er góður við sín bý, eisini gera. Men eg ivist ikki í, at tá borgmeistarin og býráðið hevur sett seg betur inn í tær landspolitisku útbúgvingarætlanirnar, so fer eisini hann at ásanna, at Havnin onga orsøk hevur til stúran.
Risaíløga í Marknagili í Havn
Kann kanska eisini loyva mær at minna á, at bæði eg sjálv og nógvar góðar kreftir hvønn einasta dag arbeiða við størstu skúlabygging í Føroya søgu, og sum skal liggja í Marknagili í Havn. Ùti við 1.300 næmingar fara at hava sína dagligu gongd her, umframt 200 starvsfólk.. So tað skal góður vilji til at koma til ta niðurstøðu, at landsstýrið ikki ger íløgur í útbúgvingarkarmar í Tórshavnar Kommunu, og at Tórshavnar kommuna er við sviðu soð, tá umræður íløgur í útbúgving. Tí tað passar snøgt sagt ikki.
Stór tilgongd til miðnáms- og hægri útbúgvingar í Havn
Ongantíð áður eru so nógv ung fólk byrjað upp á eina miðnámsútbúgving og eina hægri útbúgving, sum í júst hesum ári – eisini í Havn. Og tað er sjálvandi ein gongd, sum er komin fyri at vera. Uml 1.200 ungfólk ganga á yrkis- og miðnámsskúla í Havn. Tilsamans uml. 200 lesandi byrjaðu hægri lestur á Fróðskaparsetrinum á heysti 2010. Í dag eru yvir 800 heiltíðarlesandi á okkara hægru lærustovnum, í 2007-08 var talið uml. 600. So tað gongur avgjørt framá.
Bygnarðarbroytingar og rationaliseringar
Til tess at menna samlaða útbúgvingartilboðið í øllum Føroyum enn meira, er avgerðandi neyðugt at fremja bygnaðarligar broytingar og rationaliseringar.
Tá ið  bygnaðarligar broytingar skulu fremjast, eisini á maritima útbúgvingarøkinum, ræður um at taka nógv fyrilit. Og vit hava veruliga arbeitt miðvíst við at finna eina loysn, sum bæði tryggjar hægstu dygd í útbúgvingunum, eitt skilagott útbúgvingarbýti millum Havnina og Norðurøkið, einari loysn, sum tryggjar fjølbroytni innan útbúgvingartilboðini á staðnum, og sum tryggjar, at vit brúka pengarnar skilagott, sum Løgtingið játtar.
Broytingar í maritimu útbúgvingunum
Bæði Vinnuháskúlin og maritima útbúgvignarráðið hava í fleiri ár strongt á Mentamálaráðið at  bera so í bandi, at útbúgvingarnar til skipsførara og maskinmeistara verða lyftar upp á bachelor stig.
Tað er hetta, sum nú verður framt í verki. Og tá ið henda týdningamikla uppraðfesting av maritimu útbúgvingunum er veruleiki, verður upptøkukravið sum útgangsstøði ein miðnámsútbúgving, og krøvini til læraraførleikarnar verða á universitetsstøði. Ein náttúrlig avleiðing av hesum verður, at skiparaútbúgvingin, sum er upp á 1,5 ár, ikki longur verður fyrri partur av skipsføraraútbúgvingini. So her er als ikki talan um at slíta nakað sundur. Her er talan um at menna og fjøltátta útbúgvingarnar á maritima økinum sum heild.
Økt og mennandi virksemi í maritimum depli í Klaksvík
Skiparaútbúgvingin verður tá ein sjálvstøðug útbúgving, ið ikki náttúrliga hoyrir heima innan karmarnar á einum universiteti, og tað sama er galdandi fyri maskinistútbúgvingina. Tá er ætlanin, at skiparaútbúgvingin verður í Klaksvík burturav, har skipaður verður ein maritimur depil í samstarvi við Tekniska Skúla.
Sostatt fáa vit eina skiparaútbúgving í einum spennandi útbúgvingarumhvørvi, sum fevnir um skiparaútbúgving, maskinist og onnur maritim skeið og trygdarútbúgvingar, umframt yrkisútbúgvingar, miðnámsútbúgvingar, matvøruútbúgvingar og aðrar útbúgvingar. Henda samskipan fer væntandi at leggja lunnar undir eitt sterkt, fjøltáttað og áhugavert útbúgvingarvirksemi í Klaksvík, har vit gagnnýta betur tær íløgur, sum eru gjørdar, tryggja ein rationellan rakstur.

Økt og mennandi virksemi á Fróðskaparsetrinum í Havn
Samstundis eri eg vís í, at ein uppraðfesting av skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingunum innan karmarnar á Fróðaskaparsetrinum í Havn, fer at draga til sín góðar miðnámsskúlanæmingar, sum í dag velja hesar útbúgvingar frá, tí tær eru “blindvegir” og ikki geva bachelorprógv.
At vit so í framtíðini fáa nógv fleiri bachelorar á Setrinum innan hetta øki, fer so væntandi at slóða fyri enn fleiri útbúgvingum á økinum t.d. innan shipping, búskap og management, soleiðis at okkara Fróðskaparsetur í framtíðini í størri mun kann laga seg eftir og nøkta tann tørv á útbúgvingum, vit hava í Føroyum. Eitt fjarlesturssamstarv við onnur universitet kann førka okkum skjótari rætta vegin.
Sum frá líður fer hetta at at breiðka og fjølltátta útboðið av hægri útbúgvingum á Fróðskaparsetrinum og skapa betri granskingarumstøður, við denti á og við útgangsstøði í okkara egna samfelag og høvuðsvinnum okkara.
Henda gongdin fer at draga fleri ungdómar til Setrið og harvið til Havnina, og vil vera við til at forða fyri, at so nógv fara av landinum. Vit skulu minnast til, at ein av okkara allar stórstu avbjóðingum er, at av teimum, sum fara undir hægri lestur, eru tað framvegis uml. 60%, sum lesa uttanlands, og bert umleið helvtin at teimum koma heimaftur til Føroyar. Hetta kann vónandi eisini vera við til at fáa fólkatalið í Føroyum at vaksa aftur, og forða fyri framhaldandi “brain drain”, og vónandi eisini eggja útlendskum studentum og granskarum at koma hendanvegin. - Hetta fer eisini at fjølga um Havnina.

Broytingar krevja samstarv
Eg eri vís í, at tær avgerðir, sum nú eu tiknar, fara at menna úrbúgvingarvirksemi bæði í Havn og í Klaksvík. Avbjóðingarnar verða nógvar, og tørvur verður á framhaldandi góðum og ikki minst sakligum samskifti og samstarvi við báðar borgmeistararnar og bæði býráðini. Hóast stórt hall fíggjarlógini, hevur eitt samt løgting raðfest útbúgving og gransking, og eg haldi at lands- og kommunalir myndugleikar nú skulu taka lógvatak saman, soleiðis at vit í felag berja okkum burturúr kreppuni

Tórshavn, 9. desember 2010