– Hevði tað verið onkra aðrastaðni enn í Havn, hevði grundstykkini verið latið fyri einki. Tað heldur Jógvan Skorheim, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri.
Løgtingið hevur viðgjørt uppskot frá landsstýrinum um at byggja tvey heim í Havnini til fólk við serligum tørvi. Men Jógvan Skorheim, heldur, at Tórshavnar Býráð kundi saktans latið grundstykkini til endamálið fyri einki.
– Hevði hetta verið í onkrastaðni í Norðoyggjum, í Eysturoy, í Vágum, í Suðuroy, ella aðrastaðni, høvdu kommunurnar latið grundstykkini fyri einki, heldur Jógvan Skorheim, sum eisini er borgarstjóri í Klaksvík.
Hann leggur afturat, at tað er eisini trúligt, at kommunan enntá hevði gjørt stykkini byggibúgvin og latið landsstýrinum tey sum teirra íkast til verkætlanina. Men í Miðstaðarøkinum verður ansað væl eftir at tað verður goldið fullan prís, leggur tingmaðurin afturat. Hann heldur hinvegin, at tað átti at verið í størsta áhuga hjá Tórshavnar kommunu, at hesi heimini verða bygd.
– Tí hevði tað ikki verið meiri enn rímiligt, at Tórshavnar Kommunan gekk á odda, og læt grundstykkini til endamálið, og so kundu vit helst fingið meiri fyri pengarnar, enn vit fáa, nú fullur prísur skal rindast fyri tey, sigur Jógvan Skorheim.
Tí mælir hann landsstýriskvinnuni í Almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, til at seta seg í samband við Tórshavnar Kommunu um at fáa grundstykkini fyri einki. Hann vísir á, at Bústaðir fær nógv grundstykki fyri lítið og lætt, men tá ið talan er um ein bólk við serligum tørvi, skal fullur prísur rindast.
Eyðgunn Samuelsen váttar, at tað er altíð vanligt at fáa grundstykki til slíkar ætlanir fyri einki kring landið. Men hon sigur hinvegin, at tá ið tey settu seg í sambandi við Tórshavnar Kommunu, gav kommunan teimum alt fyri eitt fleiri grundstykki at velja ímillum.
Men hvat prísurin verður dugur hon ikki at siga, tí tey eru enn í samskifti við við kommununa um ætlanina. Hon heldur kortini, at treytirnar til slíka bygging áttu at verið tær somu kring alt landið.