»Earth Hour« verður komandi leygarkvøld. Tá verða gøtuljósini í allari komununi, har tað ber til, sløkt. Kommunan sløkkir saman við ótali av høvuðsstøðum kring heimin millum 20.30 og 21.30. Tiltakið verður eins og í fjør gjørt fyri at geva umhvørvi og klimabroytingum ans. Hetta kvøldið fara milliónir av menniskjum kring allan knøttin at sløkkja ljósið í ein tíma fyri á tann hátt at vísa heimsins politikkarum, at tey vilja hava ein enda á globalu upphitingini, sum hóttir umhvørvið.
Átakið, sum kallast »Earth Hour«, hevur góða undirtøku um allan heim. - Samstundis, sum Tórshavnar kommuna gongur undan í tiltakinum við at sløkkja gøtuljósini í allari kommununi, verður mælt borgarunum og øðrum at gera tað sama henda tíman leygarkvøldið - og hetta er so eitt upplagt høvi hjá stovnum og virkjum at gera tað sama, sigur kommunan í tíðindaskrivi.