Havnin spílar seg út

Tórshavnar Havn er alsamt í vøkstri. Umframt stóru útbyggingina á Skansabryggjuni, verður eisini bygt út í Kollafirði, sum verður partur av Tórshavnar Havn á nýggjárinum

Havnarútbygging


Kollafirði: Tórshavnar Havn verður bygd út í stórum. 15.000 fermetrar eru komnir aftrat á Skansabryggjuni í Havn. Eitt líka stórt øki verður fylt út í Kollafirði frá verandi havnarlagi á Langasandi og út eftir, umframt at kollfirðingar hava gjørt bátahyl á Signabø og stórt ídnaðarøki á Oyrareingjum.

Eitt rættiliga stórt øki til at seta farm á er gjørt uttan fyri gamla brimgarðin í Havn. Grótkastið er flutt, og økið verður nú asfalterað. Tað fer at gera tað nógv arbeiðsligari hjá flutningsfeløgunum, nú frásetingin av eitt nú bingjunum kann vera beint við, har skipið liggur.

Tað verður eisini arbeitt dúgliga á havnarlagnum í Kollafirði. Umframt at fylt verður út, verða fleiri nýggir bygningar bygdir á havnarøkinum. Uttan fyri virkið hjá Vestsalmon verður stór frystigoymsla, sonevnt frystihotel, bygd. Inni á Ósabakka er Atlanticpane í ferð við at byggja nýtt termorútavirki, og seinni verður ein 100 metra langur bygningur reistur, har tríggjar fyritøkur fara at húsast undir somu lon. Talan er um snikkaravirki, elektrikarafyritøku og eykalutasølu til bilar.

Tórfinn Smith, formaður í havnarnevnvndini hjá Tórshavnar Býráð, sigur, at frá fyrsta degi, tað gjørdist greitt, at kollfirðingar høvdu gjørt av at leggja saman vð Havnini, varð ein arbeiðsbólkur mannaður, sum skuldi gera eina ætlan fyri, hvussu samstarvast kundi millum bæði havnarløgini í Havn og í Kollafirði. Bólkurin varð mannaður við fólki bæði úr Kollafjarðar Bygdarráð og Tórshavnar Býráð.

Tórfinn Smith sigur, at Tórshavnar Býráð hevur gjørt eina rættiliga góða avtalu við P/F Vágatunnilin um grótið, sum kemur frá tunnilsboringini. Fyribils hevur Býráðið keypt 100.000 rúmmetrar av gróti at fylla út við á Langasandi. Men arbeitt verður við at fáa 200.000 rúmmetrar aftrat, sum brúkast skulu til ídnaðarøkið á Oyrareingjum, sigur Tórfinn Smith, formaður í havnarnevndini. Prísurin er soleiðis, at hann er til fyrimuns fyri báðar partar, sigur Tórfinn Smith, sum tó ikki vil upplýsa, hvussu nógv grótið kostar.

Ídnaðarøki er á Oyrareingjum, sum er. Men við teimum 200.000 rúmmetrunum av gróti, sum fáast kunnu aftrat frá Vágatunlinum, fer at bera til at víðka tað munandi, sigur Tórfinn Smith.

Sum er eru ongar ítøkiligar ætlanir við ídnaðøkinum á Oyrareingjum, sigur havnarnevndarformaðurin. Men royndirnar vísa, at tá umstøðurnar eru til staðar, fer virksemið nokk at koma aftaná. Sum dømi vísir hann til júst tað, sum hendir á økinum kring Langasand.

Men ein veikleiki er kortini við ídnaðarøkinum á Oyrareingjum. Tað er til og frákoyringin. Vegsambandið er vánaligt og eigur at betrast beinanveg. Arbeitt eigur at vera fyri at fáa íbinding í landsvegin niðan fyri tunnilsmunnan og vegin haðani lagdan út móti Signabø.

Tað er umráðandi, sigur havnarnevndarformaðurin, at arbeitt eisini verður við langtíðarætlanum, sum kunnu broytast við umstøðunum. Eitt nú eigur at verða miðað eftir at fáa bryggjukant fram við stóra ídnaðarøkinum á Oyrareingjum.

Hans Madsen, sum er formaður í havnarnevndini hjá Kollafjarðar Kommunu, sigur, at Kollafjarðar Kommuna hevur arbeitt við ætlanini eina tíð. Millum annað eru botnkanningar gjørdar, samstundis sum botnurin varð kannaður í samband við bryggjugerðina á Langasandi.

Um bátahylin á Signabø sigur Hans Madsen, at hann er fingin sera lagaliga. Gróti fekk Kollafjarðar Kommuna frá spreinging fyri útgrevstri í Hoyvík, og tað var bíligt, sigur hann.

Hylurin gevur góðar møguleikar fyri at hava bát liggjandi. Eisini hjá havnarmonnum. Sum er er bara partur av honum upptikin, sigur Hans Madsen, formaður í havnarnevndini í Kollafirði. Hann ivast eitt sindur í, um havnarmenn, sum mangla bátapláss, vita av, at møguleikin er at hava bát liggjandi á Signabø.

Havnarnevndarformenninir báðir eru samdir um, at býtið millum havnirnar er sera skilagott. Vanligi farmaflutningurin verður verðandi í Havn, meðan umskipingar av fiski, frystivørum og slíkum fer fram í Kollafirði.