Havnin styrkti oddastøðuna: Havnarmenn flongdu klaksvíkingar

Helgi Dam Ziska (hm) og Olaf Berg (vm). Teir manna bæði ovastu borðini á 1. liði hjá Havnar Telvingarfelag, nú Martin Poulsen er til skips. Báðir vunnu í gjárkvøldið í toppdysti móti Klaksvík.

Havnarmenn flongdu klaksvíkingar í toppdysti í talvi í gjárkvøldið.

 

Tveir av dystunum í fremstu deildini í fjórða umfari í landskappingini í talvi, sum upprunaliga varð útsett vegna koronu, vórðu spældir í gjár.

 

Oddaliðið hjá Havnini styrkti sína støðu við stórsigri á Klaksvíkar Talvfelag. Havnarmenn vunnu 3½-½. Klaksvíkingar kendu ivaleyst sviðan av, at moldovski stórmeistarin, Vladimir Hamitevici, ikki var við.

 

Helgi Dam Ziska vann á fyrsta borði á Ólavi Simonsen. Helgi hevur fult stigatal eftir fyrstu fýra umførini. Olaf Berg vann á øðrum borði á Rana Nolsøe, men á triðja borði endaði javnt millum Carl Eli Samuelsen og Terja Petersen. Og á fjórða borði sigraði hin blaðungi Luitjen Akslesson Apol í talvinum móti Janus Skaale.

 

Annað lið hjá Havnini í 1. deild vann eisini trygt móti Vestmanna, sum flutti upp í fjør, men sum hevur ilt við at standa seg í kappingini við liðini í ovastu deildini. Her var úrslitið 3-1 til Havnina B.

 

Triði dysturin í hesum útsetta fjórða umfarinum er millum Sandavág og annað lið hjá Klaksvík. Hann verður telvaður í Sandavági í annaðkvøld.

 

Og sunnudagin verður farið í holt við dystirnar í útsetta fimta umfari. Tá verða dystir í øllum deildum. Í 1. deild verður toppdystur millum Havnina og Sandavág. Hann verður á Finsen í Havn. Av tí at fleiri dystir eru í Havn sunnudagin, verður telvað bæði í auluni og sangstovuni, sum nú er felagshøli hjá Havnar Telvingarfelag. Hetta verður gjørt í samsvari við koronatilmælini.

 

Helgi Dam Ziska (hm) og Olaf Berg (vm). Teir manna bæði ovastu borðini á 1. liði hjá Havnar Telvingarfelag, nú Martin Poulsen er til skips. Báðir vunnu í gjárkvøldið í toppdysti móti Klaksvík.