Almenna kongshjúavitjanin byrjar um ein løtu, tá kongsskipið Dannebrog leggur at bryggju á Bursatanga, og Akesl V. Johannesen, løgmaður og konan Katrin Apol, taka ímóti kongshjúnunum.
Skráin fyri vitjanina í Havn í dag er hendan:
Mikudagur tann 11. juni í Havn
Kl. 09.45 Kongsskipið Dannebrog leggur at á Bursatanga.
Kl. 10.00 Kongshjúnini fara í land. Almenn móttøka, har løgmaður heldur røðu.
Kl. 10.20 Spákað verður til Tinganes.
Kl. 10.30 Løgmaður er vertur fyri móttøku og kongshjúnini hitta landsstýrið.
Kl. 11.05 Spákað verður til Løgtingið.
##med2##
Kl. 11.15 Móttøka í Løgtinginum, har kongshjúnini hitta formansskap løgtingsins og tinglimir.
Kl. 12.00 Spákað verður til trappuna í Vágsbotni, har Tórshavnar kommuna hevur almenna móttøku. Býráðið verður navnkent, og borgarstjórin heldur røðu.
Kl. 12:45 Borgarstjóri er vertur fyri miðmála á Hotel Hafnia.
Kl. 14.20 Vitjað verður við Tjarnir, har dentur verður lagdur á føroyskan hondbólt.
H.H. Kongurin
Kl. 15.35 Kongur vitjar umlættingar- og rehabiliteringsdepilin URD. Greitt verður frá um URD og kongur hittir fólk, sum eru til endurvenjing.
##med3##
H.H. Drotningin
Kl. 15.45 Drotningin vitjar Glyvra Skúla, har greitt verður frá um verkætlanina Betri vinir.
Kl. 19.00 Løgmaður er vertur fyri veitsludøgurða á Hotel Føroyum.
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##