- Tað er ein strævin tíð, tá kommunan verður pyntað til jólar, men hetta er samstundis ein hugnalig tíð. Býurin er vorðin vakrari og vakrari fyri hvørt ár, og tað eru ikki so fáar afturmeldingar, vit fáa - eisini frá føroyingum, sum búgva uttanlands og vitja heima í Føroyum um jóltíðir.
Tað sigur Viggo Christiansen, ið er maðurin, sum umsitir vatn og gøtuljós í Tórshavnar kommunu. Á deildini hevur hann í fyrsta lagi tær yvirskipaðu og samskipandi uppgávurnar.
Tórshavnar kommuna er meira enn Havnin, og nú jólatrø og jólaperur eru sett upp bæði í Havn og kring um í bygdunum, hevur rættiliga nógv verið at gera. Allar bygdir í kommununi hava hvørt sítt jólatræ, og eitt nú í Kollafirði eru trý jólatrø.
Í Nólsoy og í Hesti hevur kommunan fólk, sum hjálpa til, og hetta lættir nógv um uppgávurnar við jólatrøum, ljósketum og øðrum. Kommunan hevur eisini fleiri húsavørðar, sum eru óførir at taka hond í.
Eins og undanfarin jól er ein ørgrynni av ljósketum, stjørnum og ymiskum øðrum jólaprýði hongt upp í miðbýnum í Havn, Vágsbotni, Skálatrøð og aðrastaðni í kommununi.
- Eitt, sum er nýtt í ár, er, at einir 45 viðabular kring um í miðbýnum í Havn eru pyntaðir við ljósketum, ið eru snaraðar um bulin og nakað upp í niðastu greinarnar. Hetta er rættiliga vakurt, og vit hava fingið góðar afturmeldingar frá fólki.
Viggo Christiansen vísir á, at ikki minst í hesum førinum hevur verið hugsað um børnini, soleiðis at ljósketurnar byrja niðarlaga og í eygnahædd hjá børnum. Tað er Visit Tórshavn, ið eigur hetta frálíka hugskot.
- Umframt ta manning, sum vit hava á deildini, húsavørðar hjá kommununi og tey fólk, sum kommunan hevur kring um í bygdunum, hava vit í fleiri ár bæði á jólum og eitt nú á ólavsøku fingið góða hjálp frá privatum el-veitara.
Hann vísir á, at nú til jólar verður bara pyntað við hvítum perum. Hinvegin verður pyntað við littum perum til ólavsøku og til aðrar stevnur í kommununi. Alt, sum er hongt upp og pyntað nú til jólar, verður hangandi til umleið miðjan januar.
Leiðarin á deildini, sum umsitir vatn og gøtuljós í Tórshavnar kommunu, sigur, at hóast hetta er ein stævin tíð, er hetta samstundis ein hugnalig tíð.
- Tað er hugnaligt at síggja miðbýin broytast so nógv. Býurin er vorðin vakrari og vakrari fyri hvørt ár. Eingin ivi um tað, sigur Viggo Christiansen.