Tað plagdi at vera HB og so okkurt annað felag, og viðhvørt vóru tað B36 og HB, sum hittust í steypafinaluni. Soleiðis er tað ikki longur. Fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið vóru í gjár. Úrslitini lagaðu seg soleiðis, at tað nú er greitt, at tað eru fýra feløg av bygd, sum fara at telvast í hávfinalunum. Harvið er tað eisini greitt, at tað verða tvey feløg av bygd, sum saman við sínum viðhaldsfólkum fara at seta dám á høvuðsstaðin leygardagin 24. august, tá ið finalan er ásett at vera.
Gongdin í steypakappingini seinastu árini er merkisverd. Serliga tá ið tað hevur við HB at gera. Felagið, sum næstan hevur vunnið kappingina so ofta sum hini feløgini tilsaman, hevur ikki vunnið kappingina síðani 2004, tá ið úrslitið í finaluni var 3-1 ímóti NSÍ. Í 2007 var HB aftur í finaluni. Ta ferðina vann EB/Streyumur 4-3, og síðani tá hava teir í Sundalagnum verið í øllum finalunum, meðan einki hevur verið at sæð til HB.
B36 vann finaluna í 2006, tá ið úrslitið var 2-1 ímóti KÍ. Í 2008 rakk B36 aftur í finaluna, og tá vann EB/Streymur 3-2.
Avrikið hjá EB/Streymi í gjár var merkisvert, tí meistararnir hava ikki staðið seg so væl í landskappingini. At tað eydnaðist at basa HB er eisini merkisvert, tí HB varð sent úr kappingini, uttan at nakað lið higartil – hvørki í landskappingini ella í steypakappingini – hevur megnað at vinna á HB í vanligari leiktíð og longdari leiktíð.
Nú var tað eftir brotssparkskapping, at EB/Streymur varpaði oddaliðið í landskappingini úr steypakappingini. Um hetta fer at ávirka gongdina í landskappingini hjá EB/Streymi og HB fæst at síggja komandi vikuskifti, tá ið HB fær vitjan av TB, og tá ið EB/Streymur fær vitjan av B36.
Hálvfinalurnar í steypakappingini eru ásettar at vera mikudagarnar 29. mai og 7. august. Í 3-2 sendingini í sjónvarpinum í kvøld verður lutur drigin um, hvussu liðini skulu hittast í hálvfinaluni. Umfram EB/Streym eru hini liðini KÍ, sum ikki hevur verið í hálvfinaluni síðani 2006, NSÍ, sum ikki hevur verið í hálvfinaluni síðani 2004 og Víkingur, sum í fjør vann steypafinaluna ímóti EB/Streymi eftir brotssparkskapping.
- - -
Fjórðingsfinalurnar
Sunnudagin 5. mai
KÍ - ÍF 1-0 (1-0)
1-0: Páll A. Klettskarð 44.
Víkingur - FCS 4-1 (2-1)
1-0: André Olsen 4.
2-0: Finnur Justinussen 26.
2-1: Palli Augustinussen 40.
3-1: Finnur Justinussen 62.
4-1: Finnur Justinussen 82.
Skála - NSÍ 0-3 (0-2)
0-1: Andras Frederiksberg 22.
0-2: Klæmint A. Olsen 43.
0-3: Árni Frederiksberg 73.