Ferðin hjá Livar Nysted og restina av manningin umborð á Avalon, hevur ikki gingist sum ætla.
Vóna varð, at manningin skuldi koma til Føroyar á sjálvari ólavsøku, men so skuldi eisini alt ganga væl. Tað gjørdi tað eisini at byrja við, men komin hálvan veg broyttist veðrið til tað verra.
Sjálvan ólavsøkudag varð avgjørt, at venda við og rógva aftur til Orkneyoyggjarnar. Tá metti manningin, at mótvindurin varð ov nógvur.
Í løtuni er Avalon í Stromness, har manningin er farin í land, meðan bíða verður eftir at veðrið broytist. Ætlanin er tó enn at rógva til Føroyar, og um veðrið broytist til tað betra, so verður loyst frá landi í dag.