? Vit vænta nøkur skip í vikuni, men tað verður nokk einki serligt rok uppundir endan av árinum.
Soleiðis tók stjórin á Havsbrún til, tá ið vit høvdu hann í telefonini týsmorgunin.
Tvey skip hava landað ávikavist lodnu og svartkjaft til Havsbrún í seinastuni; tey eru russiska skipið, Murman, sum hevði 1700 tons av lodnu og íslendska skipið, Bergur, sum hevði 700 tons av svartkjafti.
? Murman kom heilt úr Barentshavinum, so teir høvdu langan veg at sigla. Skipari og yvirmenn eru norðmenn, restin av manningini eru russar.
Bergur væntar, at Murman kemur inn aftur at landa, áðrenn vikan er úti, tí nú eru teir á svartkjaftaveiði undir Føroyum.
Íslendski báturin hevði ikki fulla last hendan túrin.
? Vit vænta eisini Krúnborg hesa vikuna. Teir eru á svartkjaftaveiði, og tá iðvit frættu, høvdu teir 300 tons inni, men skuldu fiska tveir dagar aftrat. Spurdur, hvussu svartkjaftafiskiskapurin hevur vignast, sigur Bergur, at taðhevur verið eitt sindur at fingið, men í seinastuni hevur ikki borið nakað serligt til.
? So, tað gongur upp og niður, eisini við svartkjaftafiskiskapinum, sigur hann.
Bergur sigur, at møguliga koma onkur onnur skip eisini inn at landa í vikuni, sum teir einki vita um beint nú.
60.000 tons fleiri
Nú árið næstan er umliðið, hevur Havsbrún tikið ímóti tilsamans 270.000 tonsum av rávøru, tá ið alt er tikið við, eisini slógvið, sum er eini 25.000 tons um árið. Hetta eru eini 60.000 tons fleiri enn í fjør.
Stjórin sigur, at størstu framleiðslunøgdirnar hjá virkinum eru mjøl, 50.000 tons og fóður, 40.000. Síðan kemur lýsi, 8.000 tons.
Spurdur, hvønn veg tað gongur við fóðrinum, sigur Bergur, at framleiðslan er veksandi; hon er nevniliga vaksin við umleið 25% um árið, og umleið 25% av fóðrinum verður útflutt. Restin verður selt í Føroyum.
? Tað er gott at hava eitt breiðari framleiðslugrundarlag og ein breiðarimarknað, sum vit alla tíðina arbeiða við, sigur hann.
Ábøtur fremjast
Bergur Poulsen sigur, at tey fara ikki at arbeiða millum jól og nýggjárs; tá verður virkið stongt.
? Leygardagin skal verða turt gólv á virkinum, og meðan virkið verður stongt, fara vit at fremja ymiskar ábøtur og viðlíkahald. Hetta er tung drift, maskinurnar slítast nógv, og fáir steðgir hava verið í ár. Tað, sum vit fara at gera, meðan steðgur er, vil eg kalla fyribyrgjandi viðlíkahald, sigur stjórin.
Størri helmingurin av rávøruni, sum Havsbrún keypir, kemur frá føroyskum skipum.