Havsbrún fær nógvan svartkjaft

Seinastu dagarnar hava fleiri føroysk svartkjaftaskip landað til Havsbrún í Fuglafirði.

Seinastu dagarnar hava fleiri føroysk svartkjaftaskip landað til Havsbrún í Fuglafirði. Sum skilst, hava skipini roynt sunnarlaga í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið brúkiligur.

 

Sambært heimasíðuni hjá Havsbrún landaði Katrin Jóhanna 1700 tons seinasta leygardag, og leygarkvøldið landaði Jupiter 2400 tons, bæði skipini høvdu svartkjaft.

 

Onnur skip, sum seinastu dagarnar hava landa svartkjaft til Havsbrún, eru Finnur Fríði, sum var mánadagin við 2500 tonsum og Christian í Grótinum (mynd), sum landaði 2500 tons í gjár.