Havsbrún ger framtak í Hanstholm

Havsbrún sleppir at seta tríggjar milliónir krónur í Hanstholm Fiskemelsfabrik, sum hevði hálvafimtu millión í halli farna roknskaparár

 

Havsbrún í Fuglafirði sleppur nú at seta tríggjar milliónir krónur í Hanstholm Fiskemelsfabrik.

Hetta gav aðalfundurin í danska felagnum loyvi til í vikuni.

Partapeningurin í felagnum er í løtuni seks milliónir krónur, men hann verður hækkaður upp í 9 milliónir, og tær tríggjar milliónirnar hevur Havsbrún rætt til at seta í felagið.

Harvið kemur føroyska felagið at eiga ein triðing í tí danska felagnum.


Stórt hall

Hanstholm Fiskemelsfabrik er tann minsta av sínum slagi í Danmark. Í roknskaparárinum 1999/2000 tók virkið ímóti 108.462 tonsum av ídnaðarfiski.

1999/2000 var eitt vánaligt ár hjá felagnum, tí tað hevði hall upp á 1,1 millión krónur. Virkið fekk statsstuðul til orkunýtslu upp á næstan hálvafjórðu millión, og tí var hallið áðrenn óvanligar inntøkur 4,5 milliónir krónur.

Hetta kallaði nevndin eisini eitt »ikki nóg gott úrslit« á nevndarfundinum í vikuni.


Venda gongdini

Havsbrún og Hanstholm Fiskemelsfabrik hava havt ávíst samstarv seinasta árið, og Havsbrún hevur víst áhuga fyri at koma upp í danska felagið.

? Nevndin heldur, at samstarvið við Havsbrún fer at styrkja málið um, at tað altíð skal verða eitt fiskamjølsvirki í Hanstholm, segði Henning Bjerregaard, nevndarformaður, á aðalfundinum.

Virkið í Hanstholm vónar, at samstarvið við Havsbrún kann tryggja rávøru og vinning í framtíðini.