Havsbrún í Fuglafirði átti í felagnum, sum eigur »Saksaberg«, men nú hevur Havsbrún so yvirtikið allan partapeningin í PF. Miðalberg. Upprunaliga átti Havsbrún 3 prosent, so hækkaði Havsbrún partapeningin í 10 prosent, og síðan hava hinir eigararnir bara selt meiri og meiri av partapeningin til Havsbrún.
Spurdur hvussu nógv endaliga yvirtøkan hevur kostað Havsbrún, sigur Bergur Poulsen, at tað verður ikki upplýst.
Misvísandi gongd
Men orsøkin til at Havsbrún nú yvirtekur nótabátin »Saksaberg« er greið. Bergur Poulsen sigur at gongdin er eitt sindur misvísandi í løtuni, og tí vil Havsbrún tryggja at føroyska tilfeingi er á føroyskum hondum.
»Saksaberg« fiskar pelagisk fiskasløg og í so máta er eingin broyting farin fram, sigur Bergur Poulsen.