Herfyri landaðu Norðborg og Fagraberg sild og svartkjaft í Fuglafirði, og herfyri vóru írar við havgølti Eftir at føroyska svartkjaftakvotan er minkað so nógv, hevur hetta rættiliga gingið útyvir ráfiskanøgdirnar hjá Havsbrún í Fuglafirði.
Virkið, sum áður tók ímóti 200.000 og 300.000 tonsum um árið, noyðist nú at klára seg við einum triðingi av hesum.
Á Havsbrún siga tey, at ráfiskanøgdirnar higartil í ár tátta í 90.000 tons, men vónirnar eru smáar um at røkka teimum 100.000 tonsunum tað, ið eftir er av hesum árinum.
Herfyri vóru tvey føroysk skip á Fuglafirði við sild.
Norðborg hevði 840 tons av ídnaðarsild og nakað av mjøli og lýsi, sum manningin framleiðir umborð.
Fagraberg var eisini á Fuglafirði herfyri við fullari last ? ella út við 3.000 tonsum. Veiðan hjá Fagrabergi var sild við íblanding av svartkjafti.
Seinastu tíðina hava eisini tvey írsk nótaskip landað havgølt í Fuglafirði. Tey fiska í ES-sjógvi og veiðan, tey higartil í ár hava lagt upp í Fuglafirði, er tilsamans 5.000 tons av hesum fiskaslagi.
Havgøltur er eitt alternativ til svartkjaft og sild, men framleiðslan úr hesum fiskaslagi er á byrjunarstigi, siga tey á Havsbrún.