Hóast stívliga 20.000 tons av makreli nú verða leysgivin í eini felagskvotu at fiska frá á midnátt 20. juni, væntar Odd Eliasen á Havsbrún ikki, at hetta fer at merkjast á virkinum í Fuglafirði. Sama hevur stjórin í fyritøkuni, Bergur Poulsen, eisini sagt.
Eitt er, at stór skip koma í føroyskan sjógv, sum kunnu taka ímóti og frysta nógvan makrel hjá teimum, sum fara at veiða av felagskvotuni. Í øðrum lagi hava vit Faroe Pelagic í Kollafirði, sum eisini er til reiðar at taka ímóti við sínari arbeiðs-og frystiorku.
Men tað er ikki bara hetta, sum ger, at Havsbrún í Fuglafirði ikki væntar sær tær stóru nøgdirnar, nú fyrri partur av tveimum á leið líka stórum felagskvotum - ella "klumpum" - kann fiskast.
Odd Eliasen, leiðari á fóðurdeildini hjá Havsbrún, sigur, at virkið er ikki áhugað í at keypa makrel til fóðurframleiðslu, sum annars kann fara til frystingar og soleiðis til mannaføði.
- Fyri umleið hálvum triðja ári síðan samdust vit við føroysku alivinnuna, sum vit eru fóðurveitarar til, at makrelur er ikki partur av rávøruni undir fiskafóðuri. Vit hava eina góða sporførisskipan, har vit til eina og hvørja tíð kunnu skjalprógva, hvør rávøran undir okkara fóðurframleiðslu er.
Odd Eliasen vísir á, at hvørki Havsbrún, føroyska alivinnan, ei heldur føroyska samfelagið, hevur áhuga í eini møguligari støðu, har umheimurin leggur fóðurframleiðaran ella føroysku alivinnuna undir at brúka matfisk í síni framleiðslu.
- Hetta snýr seg soleiðis eisini um burðardygga veiði og at brúka tilfeingið á rættan hátt, leggur hann aftrat.
Spurdur, hvør støðan hjá virkinum er um skip, sum annars landa til matna, eisini hava fisk, sum ikki lýkur matvørukrøv, sigur Odd Eliasen, at tá er støðan sjálvandi ein onnur.
- Men tá kunnu vit framvegis við okkara sporførisskipan prógva, at hetta ikki var fiskur, sum hevði farið til matna kortini, sigur hann.
Havsbrún er at kalla einasti fóðurveitari til føroysku alivinnuna, sum hevur tørv á út við 70.000 tonsum av fóðuri um árið.