Havsbrún hevur nú keypt smoltstøðina í Fámjin.
Tað hevur leingi verið arbeitt við at selja smoltstøðina, men nú eydnaðist tað so.
Ella eydnaðist er kanska skeivt at siga, tí satt at siga var gravgangur eftir støðini, siga fámjingingar.
Fremstir í kappingini um at fáa fatur á støðini vóru leingi Havsbrún í Fuglafjørði og eitt norskt felag.
Men nú er tað so greitt, at Havsbrún varð við yvirlutan og mánadagin yvirtóku fuglfirðingar virkið.
Góðar prís
Jacob A. Jacobsen, fyrrverandi stjóri á Guttansstøð, sum støðin nevnist, sigur, at teir eru heilt væl nøgdir við handilin.
Vit fingu góðan prís fyri støðina sigur hann.
Hann sigur, at Havsbrún hevur keypt partabrøvini í smoltstøðini fyri kurs 425.
Tað vil siga, at fámjiningar fingu 2.550.000 krónur fyri partabrøvini í støðini við tað at partapengarnir vóru 600.000 krónur.
Men hann heldur eisini, at fuglfirðingar eiga at vera nøgdir við handilin, tí teir hava fingið eina góða smoltstøð fyri pengarnar
Havsbrún ætlar at varðveita støðina í Fámjin. Tað arbeiða trý fólk á henni í løtuni, stjóri er Anna Kirstina Jacobsen og tey blíva verandi á støðini
Vóru troyttir
Jacob Jacobsen, sum sjálvur var við at stovna støðina í 1984, sigur, at tað er ongin ávís orsøk til at teir hava selt støðina.
Eg haldi bara, at vit vóru farin at troyttast, sigur hann.
Smoltstøðin í Fámjin er ein av teimum virkjunum, sum ongantíð góvu skarvn yvir kreppuárini.
Vit hava altíð hildið nøsina omanfyri vatnskorpuna, hóast tað heldur ikki verið so nógv annað omaná, sigur hann.
Men hann sigur eisini, at tað hevur verið trupult at hava smoltstøð, síðani alistøðirnar fóru at fáa sær smoltstøð sjálvir.
Fyrr var tað almenni politikkurin, at smoltstøðir og alistøðir skuldu vera hvør fyri seg.
Jacob Jacobsen sigur, at støðin hevur loyvi at hava 700.000 smolt .
Hann sigur, at tað er við sorgblídni, at teir nú sleppa støðini av hondum.
Vit vóru við til at leggja lunnar undir eitt virki og tað er eitt sindur ringt at sleppa tí, sigur hann.
Ikki minst tí at tað var so ómetaliga strilti at fáa loyvi til støðina upprunaliga.
Áðrenn Guttansstøð varð sett á stovn, høvdu fámjiningar roynt at fáa loyvi at hava smoltstøð, men tað gekk ikki, og tað skuldi fleiri royndir til, áðrenn loyvi fekst til hesa støðina, sigur Jacob Jacobsen.