Lise Helen Ofstad, marinbiologur
?????????????????????????????
Tann breiði kjafturin er sereyðkennið hjá havtasku og hevur givið henni norska navnið »breiflabb«. Í kjaftinum er ein rúgva av hvøssum tonnum og tað stóra høvdið mátar ikki minni enn helvtina av allari kropslongdini. Havtaskan er fløt og hevur glatta og slímuta húð við eini rúgvu av húðslintrum. Hon verður heilt upp í 2 metrar long og kann viga 50 kg. Havtaska er at finna úr fjørðuni og niður á 1800 m dýpi, og av og á svimur hon sær ein túr upp í vatnskorpuna. Til stuttleika kann nevnast, at insulin, sum verður nýtt í viðgerðini av sukursjúku, fyrstu ferð varð útvunnið frá brisinum á havtasku.
Rárur gestur í føroyskum sjógvi
Undir kryvjing umborð á Magnusi Heinasyni varð lagt til merkis, at ein av havtaskunum ikki hevði hvíta búkhinnu (royggj) sum vanligt, men at hinnan harafturímóti var svørt. Ongin umborð hevði sæð slíkt áður, men í fylgi eini fiskabók varð staðfest, at talan var um »svarta havtasku« (Lophius budegassa), sum trívist best í heitari sjógvi. Hetta slagið er mest at finna í heitum sjógvi úr Norðsjónum suður til Gibraltar, í Miðjarðarhavinum og í Svartahavinum. Tann vanliga »hvíta« havtaskan (L. piscatorius) finst úr landsynningshorninum á Barentshavinum, kring Ísland og Føroyar, og suður til Gibraltar. Eitt tíðindaskriv varð sent fjølmiðlunum um hesa forkunnugu havtasku, sum var fingin á Skeivabanka. Heitt varð á sjómenn um at boða Fiskirannsóknarstovuni frá, um teir bóru eyga við eina slíka. Tvey ár eru nú fráliðin og higartil eru 11 fráboðanir komnar um svartar havtaskur. Ein av hesum var fingin nakrar sjómíl í ein útnyrðing úr Kallinum, meðan restin var fingin á Skeivabanka. Havandi í huga, at uml. 3600 tons av havtasku eru landaði hetta tíðarskeiðið, er ongin ivi um, at svarta havtaskan er ein rárur gestur í føroysku sjógvi.
Serlig rogn
Eins og flest onnur fiskasløg ferðast havtaska til eitt avmarkað øki at gýta. Tað er líkt til, at gýtingartíðin í føroyskum sjógvi er frá seint á vetri til tíðliga á sumri. Hildið verður, at havtaska gýtir nær botni á 800 m dýpi og djúpari vestan fyri bretsku oyggjarnar. Hannurin er bæði styttri og yngri enn honin, tá hann gýtir fyrstu ferð, men hetta er nú ikki nakað óvanligt fyribrigdi. Hannurin er búgvin at gýta sum 4 ára gamal. Hann er tá uml. 55 cm, meðan honin ikki gýtir fyrr enn um 8 ára aldur og yvir 80 cm long.
Eggini verða gitin av hanninum so hvørt tey koma út í sjógvin. Fiskar flest gýta eggini í teyggjum, har eggini síðani spjaðast í sjónum, eitt og eitt. Tað serliga við havtasku er, at øll eggini verða gýtt í einum langum, gelé-líknandi bandi. Eitt tílíkt rognband kann vera heilar 10 m langt, ein metur breitts og innihalda yvir eina millión egg. Rognbandið hjá eini havtasku kann beint fyri gýting viga meir enn helmingin av allari fiskavektini. Hóast eggini verða gýtt nær botni, so mugu tey upp í yvirflatuna at klekjast. Her ger gelé-hylkið seg galdandi, tí tað hevur eina ávísa uppdrift, so at eggini spakuliga flotna upp móti yvirflatuni. Sjómenn, sum hava sæð rognbond flóta í vatnskorpuni, siga, at tey minna ikki sørt um wc-pappír, sum liggur og flýtur.
Umskiftið frá larvu til yngul
Eggini klekjast inni í rognband-inum, so larvurnar á henda hátt verða vardar ta fyrstu tíðina. Ein nýklakt havtaskularva er um 4 mm og sær út sum ein vanligur, lítil fiskur við einum blommu-sekki, sum er »matpakkin« ta fyrstu tíðina. Tá matpakkin er uppi, má larvan út úr rognbandinum at leita sær føði og verður tá nevnd yngul. Yngulin livir nær vatnskorpuni (pelagisk) ta fyrstu tíðina, har hann svimur við yvirflatustreymunum og fangar sær smá krabbadýr til matna. Pelagiska tíðarskeiðið kann vera úr fáum vikum upp í fleiri mánaðir. Tá yngulin er einar 6-12 cm til longdar, broytist hann heilt (metamorfosa). Frá at líkjast einum vanligum fiskayngli, fær hann nú tað eyðkenda havtaskuskapið. Yngulin leitar sær nú niður á botn á lutfalsligum grunnum vatni, og hetta kann vera fleiri hundrað kilometrar frá staðnum, har hann varð gýttur.
Føroyskur gýtingarstovnur?
Hvørt summar seinastu 19 árini er trolað nær vatnskorpuni við einum lítlum, smámeskaðum troli á yngul-túrinum hjá Magnusi Heinasyni.
Í 2003 fekk Magnus Heinason ein gelé-líknadi klump við svørtum prikkum á hesum túri á Føroyabanka. Klumpurin vísti seg at vera partur av einum rogn-bandi. Prikkarnir vóru uml. 7000 smáar havtaskularvur, um 7 mm langar, tvs. um eina viku gamlar. Tilsamans eru 70 havtaskuyngul millum 2,5 og 13 cm fingnir á yngultúrunum hesi árini. Nakrir eru fingnir á Landgrunninum vestanfyri, men teir flestu eru fingnir á Føroyabanka. Tað, sum er fingið av rognbondum, larvum og yngli, stavar møguliga frá lokalum gýtingarøkjum í føroyskum sjógvi ella er ført higar av norður-atlantiska streyminum frá gýtingarøkinum vestan fyri bretsku oyggjarnar. Tað er enn ein gáta, um havtaska hevur onnur gýtingarøkir í norður-atlantshavi enn hetta eina vestan fyri bretsku oyggjarnar.
Hugtakandi veiðuteknikkur
Enska navnið »Anglerfish« er komið av, at havtaskan nýtir fremsta teinin í fyrstu ryggfjøður sum tráðu at fiska við. Fyrst grevur havtaskan seg lutvíst niður í sandbotn fyri at kamuflera seg. Síðani fer hon at sveiggja við tráðuni, har ein húðslintra á endanum fungerar sum lokkandi agn. Agnið ferðast nú upp og niður framman fyri kjaftinum og lokkar til sín forvitnar og svangar fiskar. Tá ein fiskur kemur tætt at agninum, er havtaskan skjót at læta stóra kjaftin upp, so fiskurin verður sogin inn í kjaftin av undirtrýstinum, har síðani tær nógvu og hvøssu tenninar syrgja fyri, at fangaði fiskurin ikki sleppur til rýmingar. Um fiskurin ikki rúmast í kjaftinum, so ger havtaskan eitt hirs frameftir, so ein partur av fiskinum fer aftur í magan. Soleiðis heldur hon áfram, til allur fiskurin er komin í magan.
Matarseðil
Á matarseðilinum hjá havtasku standa toskafiskar ovast. Toskur, hýsa og svartkjafur eru yndisføðin, meðan flatfiskur, hvítingur, lítli kongafiskur og ein høgguslokkur av og á eisini verða góðtikin. Havtaska etur snøgt sagt alt, sum fyri kjaftin rekur. Hon kann enntá vera so slúkin, at hon gloypir fuglum, sum kava. Fleiri æður hava enda sínar dagar í maganum á havtasku.
Virðismikil fiskur
Landingarnar av havtasku undir Føroyum eru nærum trífaldaðar í tíðarskeiðinum 1993-1999, úr 800 tonsum upp í uml. 2300 tons. Høvuðsorsøkin er beinleiðis fiskarí eftir havtasku av smáum trolarum og garnabátum. Síðani 1999 er veiðan minkað so líðandi. Í 2002 vórðu veidd 1900 tons. Økingin í veiðuni kann forklárast við øktum veiðuinnsatsi, men ongin veit orsøkina til niðurgongdina seinastu árini. Søluvirðið á landaðu havtaskuni var heilar 60 milliónir krónur í 2002, so sigast má, at havtaskan hevur fingið ein stóran búskaparligan týdning.
Delikatessa
Havtaska er ein av heimsins dýrastu fiskum. Tað er sporlið á havtaskuni, sum verður etið. Kjøtið er hvítt og fast í tí, og dettur ikki so lætt sundur undir matgerðini, sum annar fiskur. Sjálvt um havtaskan ikki er ein fragd fyri eygað, so er hon tó til stóra gleði fyri góman.