Móttøka
Í gjár var stór móttøka og hátíðarhald á fyrrverandi Fiskirannsóknarstovuni, sum hin 1. apríl í ár hevði fimmti ár á baki.
Nógv fólk var samankomið í Nóatúni 1, blómur og gávur vórðu handaðar, og røður vórðu hildnar.
Dagurin í gjár var eisini dagurin, har stovnurin fekk nýtt navn og nýggjan samleika við nýggjum búmerki.
Navnið Fiskirannsóknarstovan fer við tíðini at fara í søguna, og nýggja navnið – Havstovan – verður tað, sum eftirtíðin fer at halda seg til.
Nýggja búmerkið er rundleitt, bláligt í erva og grønligt í neðra. Ímyndin er nakrir fiskar, sum svimja í havinum, summir størri, aðrir smærri.
Tað var landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sum avdúkaði nýggja navnið og nýggja samleikan hjá stovninum.
Við hátíðarløtuna í gjár avdúkaði Jákup Sólstein, eisini, at ein grunnur, hann er formaður í, hevur samtykt at veita heilar 10 miljónir krónur í stuðli til bygging av nýggjum havrannsóknarskipi.
Sjálvur rópti Jákup grunnin við navninum Forskotsgrunnur Fiskiflotans, onkur annar rópti grunnin Forskotsgrunn Skipsfiskimanna.
Hetta er ein grunnur, sum fiskivinnan á havinum verður mett at eiga. Hann hevur áður ligið undir Lønjavningarstovuni, men er seinni loystur haðani og eigur sítt egna fæ.
Teir, sum umboða grunnin vegna sjóvinnuna, eru Jákup Sólstein, fyrrverandi formaður í Føroya Reiðarafelag, Óli Jacobsen, fyrrverandi formaður í Føroya Fiskimannafelag og Herman Bærentsen, sum eitt nú umboðar navigatørar og maskinmenn.
- Vit hava samtykt eina tilsøgn, sum gevur 10 miljónir krónur til nýtt havrannsóknarskip – tá og um henda verkætlan verður veruleiki. Hetta er ikki peningur, sum er í landskassanum, men í føroysku peningastovnunum. Fyri at peningurin kann veitast til samtykta endamálið, skal løgtingið samtykkja broytingar í reglunum fyri grunnin, segði Jákup Sólstein.
Umframt starvsfólk á stovninum, vóru nógv vinnuumboð, eins og umboð fyri stovnar og feløg við til móttøkuna. Slóðarin innan føroyskar havrannsóknir, Jákup Sverri Joensen og honum á baki, Andreas Reinert, vóru eisini við.
100 ár á baki
Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Havstovuni, segði, at havrannsóknir eru gjørdar undir Føroyum í meira enn 100 ár, og at tað júst í ár eru 100 ár síðan, at fyrsti toskurin varð merktur undir Føroyum.
Hesar rannsóknir vórðu serliga gjørdar av dønum og øðrum.
- Sambært ársfrágreiðing fyri 1959 er Fiskeribiologisk Laboratorium í Tórshavn opið alt árið, og vit síggja, at fíggjarárið 1959/1960 fer játtanin munandi upp. Tað er hetta árið, at Jákup Sverri Joensen kemur úr Danmark, og vit siga, at stovnurin fór undir sítt virksemi hin 1. apríl í 1959.
Hjalti í Jákupsstovu vísti á stóra týdningin av tí arbeiði, sum Jákup Sverri Joensen saman við øðrum og seinni í sínum starvi í Føroyum hevði gjørt innan havrannsóknir.
Hann segði, at stovnurin er nógv broyttur og mentur hesi ár, og hann vísti eisini á avrikssáttmálan, sum Havstovan nú hevur við Fiskimálaráðið, har ein partur leggur áherðslu á samstarvið millum fiskifrøði, politiskar myndugleikar og vinnu.
- Bæði Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag og Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, eru hjástaddir her í dag, og teir fara at bera fram heilsu. Hetta hevur sera stóran týdning fyri okkum, legði Hjalti í Jákupsstovu aftrat.
Ikki mótpartur
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum avdúkaði nýggja navnið og búmerkið hjá stovninum, vísti eisini til avrikssáttmálan, sum Fiskimálaráðið og Havstovan hava gjørt.
- Sáttmálin lýsir í stuttum málini, ið sett eru út í kortið, bæði tey, sum liggja nær og tey, sum liggja longri frammi, eins og tey yvirskipaðu málini.
Landsstýrismaðurin segði, at Havstovan er vorðin ein kendur stovnur kring um okkum og er avgjørt hin fremsti innan føroyska gransking.
- Í so máta er Havstovan mest virdi stovnur í landinum, legði Jacob Vestergaard aftrat.
Hann segði, at Havstovan eigur at metast sum ein stuðul og samstarvsfelagi – og ikki mótpartur – hjá fiskimonnum.
- Skyldan hjá báðum pørtum er stór, og ábyrgdin er ikki minni.
Jacob Vestergaard helt, at samstarvið millum fiskifrøði, fiskimenn og politikarar gongur rætta vegin, men enn restar nakað í, til fult forstáilsi er millum partarnar.
Landsstýrismaðurin segði, at projekteringin av nýggjum havrannsóknarskipi er liðug, og í fjør heyst samtykti løgtingið, at haldast skal fram við ætlanini at byggja hetta skip.
- Øll kenna fíggjarstøðu landsins og vita, at neyðugt er við raðfestingum, men vit leggja dent á týdningin av hesum skipi og vóna, at verkætlanin kann førast út í lívið, áðrenn ov long tíð er umliðin.
Jacob Vestergaard vísti eisini á týdningin av, at fiskifrøðiliga ráðgevingin hvílir á so tryggum grundarlagið sum gjørligt.
Dugdi væl
Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag, helt eina hugnaliga røðu, har hann eitt nú vísti á, hvussu hann fyrstu ferð hoyrdi nøvnini á Jákupi Sverra Joensen og Hjalta í Jákupsstovu nevnd.
- Sum blaðungur fór eg við pápa mínum, sum var línuskipari, við nýggjum línubáti til Eysturgrønlands. Á hesi ferðini lógu vit eisini inni í Magnus Heinasonarfjørði í Grønlandi. Vit byrjaðu at fiska ein leygardag, og umráðandi var, at vit fingu onkran fisk, áðrenn sunnudagurin kom. Men vit drógu svart hendan dagin.
Hann segði, at teir síðan løgdu seg í Skjoldungen, har Pollur, sum var leigaður til royndir, lá uppankraður og helt sunnudag.
- Vit bundu fast í Poll, og hetta var fyrstu ferð, at eg hoyrdi navnið Jákup Sverri Joensen nevnt. Hann var nevniliga við Polli.
Viberg segði, at tá Pollur dró akker og fór sín veg, lá línuskipið, hann var við, og dreiv á fjørðinum.
- Vit høvdu snellur í skipinum, men høvdu ikki loyvi at kasta. Men so koyrdi ein dorgina út, og hon var full av fiski... og so var ”kampurin í gongd”, sum hann tók til.
Hetta var hin 29. august í 1961.
Viberg mintist eisini fyrstu ferð, hann hoyrdi navnið á Hjalta í Jákupsstovu nevnt.
- Vit vóru norðanfyri Føroyar, har vit partrolaðu saman við Kapilsund fyri Fiskirannsóknarstovuna. Teir sendu Jens Chr. Svabo norður at hjálpa okkum at finna fisk, men tað gekk ikki væl. Meðan vit eru norðanfyri, kemur rannsóknarskipið Johan Hjort til okkara.
Hann segði, at tá spurt varð, um nakar føroyingur var við skipinum, var svarið:
- Vi har en flot ungkarl fra Færøerne ombord, Hjalti í Jákupsstovu.
Viberg mintist eisini, tá hann fyrstu ferð hoyrdi um Rógva K. Mouritsen, sum eisini er vorðin kendur í havrannsóknarumhvørvi.
- Hann kom við okkum suður á Bill Baily. Hetta var síðst í november, og veðrið var vánaligt. Tá vit komu aftur í havn, tók Rógvi klædnasekkin, fór niðan eftir bryggjuni, og vit sóu hann ongantíð aftur, segði Viberg Sørensen brosandi.
Messuprát
Eins og Viberg segði, at fiskifrøði ikki altíð hevur havt so gott orð á sær í messupráti umborð á skipi, hevði Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, sum var næstur at taka orðið, eisini eina slíka søgu at siga.
Jan segði, at soleiðis, sum hann hevði skilt gomlu tíðina, tá fiskifrøðiligi stovnurin varð skipaður fyri mongum árum síðan, vóru eisini fiskimenn glaðir fyri henda stovn og spentir eftir at frætta um tær metingar, sum stovnurin kom eftir.
- Men sum frá leið, og tá línureiðskapurin gjørdist betri við eitt nú sissal línu og svøvlalínu, fór stevið millum fiskifrøði og fiskimenn at dragna.
Jan vísti á, at fiskifrøðin ikki altíð hevur fingið besta ummæli í messupráti, og hann helt, at samstarvið millum fiskimenn og fiskifrøði ikki er nóg gott.
- Vit mugu arbeiða meira saman, helt formaðurin í Fiskimannafelagnum fyri.
Hann vísti á, at vitanin um fiskifrøðiligu gongdina ikki er nóg stór, ei heldur forstáilsi millum fiskimenn og fiskifrøði.
- Fiskur kennur ikki mørk. Tað nyttar einki at friða leiðir, sum best ber til, tí botnviðurskiftini eru so ymisk og kunnu hava alstóran týdning. Í onkrum londum hava teir friða við bara at seta nakrar strikur í kortið, men tað dugir ikki.
Jan Højgaard nam eisini við eina stuttliga søgu.
- Eg var við línuskipinum Mascot, tá kokkurin umborð, Sigmund Djurhuus, sum er ein óførur kokkur, hevði fingið kjans við havrannsóknarskipinum, Magnusi Heinasyni. Hetta var ikki serliga væl dámt millum menninar umborð – tað, at maðurin nú fór við havrannsóknarskipi, segði formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, sum við endan av síni røðu handaði Havstovuni eina gávu.
Stór heiðursgáva
Undan móttøkuni hevði okkurt graml gingið um, at Fiskirannsóknarstovan fór at fáa handaða eina stóra peningagávu til nýtt havrannsóknarskip, og tí var spenningurin stórur, tá Jákup Sólstein, fyrrverandi formaður í Føroya Reiðarafelag, steig fram.
Jákup byrjaði við at siga, at Reiðarafelagið í hansara tíð hevur havt eitt sera gott samstarv við Fiskirannsóknarstovuna, tó at partarnir ikki altíð hava verið samdir um fiskifrøðilig útlit.
Fyrrverandi reiðarafelagsformaðurin hevði eisini onkra søgu at siga, hvussu hann sum skrivstovumaður hjá Kjølbro í sekstiárunum skuldi skriva vektarseðlar og senda teir til Jákup Sverra Joensen.
Jákup Sólstein helt fyri, at týdningurin av Fiskirannsóknarstovuni ikki minst hevur verið stórur, tá samráðast skuldi um fiskirættindaavtalur landanna millum.
- Tá aðrir møta til slíkar fundir, hava teir sínar ráðgevar við, og tað hevur verið ein stór hjálp hjá okkum í slíkum samráðingum, at vit hava havt okkara ráðgevarar við til at undirbyggja okkara krøv.
Hann helt fyri, at Føroyum hevur eydnast at fáa rímiliga væl burtur úr í samráðingum við onnur long, og hetta er ikki minst stovninum í Nóatúni fyri at takka.
At enda í síni røðu avdúkaði Jákup Sólstein stóru peningagávuna, sum Forskotsgrunnur Fiskiflotans hevur samtykt at játta til bygging av nýggjum havrannsóknarskipi – nevniliga 10 miljónir krónur!
Eftir fráboðanina um hesa tilsøgn, segði stjórin á Havstovuni, Hjalti í Jákupsstovu, seg nærmast vera málleysan og helt fyri, at gávan er eitt stórt ”trúarsignal” frá einari samlaðari føroyskari vinnu, sum hann tók til.
Eftir hetta høvdu eisini onnur orðið, og millum røðarar, ið nýttu høvi at heilsa Havstovuni á hátíðardegnum, var Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi fiskimálaráðharri, ið var maðurin, sum setti út í kortið við nýggjum havrannsóknarskipi.