MENNING
Uttanríkisráðið undir Føroya landsstýri hevur gjørt av at lata 1,37 miljónir krónur til tvær stórar verkætlanir í ávikavist Eysturtimor og El Salvador.
Báðar hesar verkætlanir hava føroyska luttøku sum hevur við sær, at føroyingar ogna sær royndir og kunnleika innan altjóða menningarsamstarv, samstundis sum føroyskur serkunnleiki verður gagnnýttir uttanlands.
Uttanríkisráðið sigur, at onnur verkætlanin er ein fiskivinnuverkætlan, sum hevur til endamáls at kanna og lýsa fiskivinnumøguleikar í Eysturtimor.
- Partur av hesi verkætlan er at seta í verk eina royndarætlan, sum skal økja um fiskivinnuna og inntøkugrundarlagið í tveimum sera fátækum landslutum í landinum. Sambært Human Development Index er Eysturtimor millum tey allar fátækastu londini í heiminum.
Tað er felagsskapurin Mercy Corps, sum stendur fyri hesi verkætlan.
- Umframt at lata fíggjarligan stuðul, inniber samstarvið við Mercy Corps eisini fakliga ráðgeving frá Havstovuni, sum skal samstarva við felagsskapin um at kanna og lýsa fiskivinnumøguleikarnar í Eysturtimor, sigur uttanríkisráðið.
Reint drekkivatn
Hin verkætlanin, sum uttanríkisráðið eisini stuðlar, er í El Salvador og hevur til endamáls at geva íbúgvunum í La Paz-økinum, sum er sera tilafturskomið, betri atgongd til reint drekkivatn og at betra um kloakkviðurskiftini har.
- Mett verður, at fleiri enn 2000 fólk fáa beinleiðis gagn av hesi verkætlan komandi tvey árini, sigur uttanríkisráðið.
Tað er felagsskapurin Christian Aid, sum stendur fyri verkætlanini í samstarvi við lokalar felagsskapir í El Salvador.
- Samstarvað verður eisini við Reyðakross í Føroyum, og ætlanin er at senda eitt fólk hjá Reyðakrossi til El Salvador í eitt styttri tíðarskeið at luttaka í hesi verkætlan, sigur uttanríkisráðið í morgun.