Hazard og Eriksen til Real Madrid

Søgan sigur, at Champions League finalan verður seinasti dysturin fyri Tottenham

Sponsk bløð hava leingi skrivað, at Real Madrid ætlar at keypa Eden Hazard frá Chelsea í summar. Tað verður sagt, at skiftið verður kunngjørt eftir Europa League finaluna, har Chelsea skal spæla móti Arsenal. Stóra avbjóðingin er, at Chelsea hevur fingið keypsbann í eitt ár. Tí kann Chelsea ikki keypa ein avloysara fyri 28 ára gamla bóltsnillingin úr Belgia.

Real Madrid er í kreppu og liðið hevur í hesum kappingarárinum koyrt tveir venjarar. Tað hevur heldur ikki gingið betri, síðani Zinedine Zidane tók við. Í summar skal keypast inn av nýggjum og umframt Eden Hazard, so verður eisini sagt at Real Madrid keypir danska Christian Eriksen.

##med2## 

Tað er spanski journalisturin, Jaime Astrain, sum í sponskum radio hevur sagt, at Real Madrid kunnger keypið av Christian Eriksen eftir Champions League finaluna. Danski miðvallarin hevur eitt ár eftir av sáttmálanum.

Hartil verður mett, at Gareth Bale ikki hevur eina framtíð í Real Madrid, tí hann og Zinedine Zidane ikki kunnu saman.