Enskir miðlar skriva í kvøld, at stórtalentið, Eden Hazard, hevur skrivað sáttmála við Champions League vinnararnar, Chelsea.
Hettar váttar felagið eisini sjálvt á heimasíðu síni.
Við ChelseaTV sigur Hazard, at hóast nógv stórfeløg stóðu í røð at keypa hann, so valdi hann Chelsea, tí felagið er ført fyri at vinna nógv steyp.
Chelsea er eisini í ferð við at byggja upp eitt nýtt lið, og fleiri av stóru stjørnunum eru á veg út. Mær dámar at verða við í uppbyggjandi fasuni av einum nýggjum liði, sigur Eden Hazard við ChelseaTV.
21 ára gamli belgiarin er fjóðri leikarin við sama tjóðskapi, sum er Chelsealeikari. Í fjør summar keypti Chelsea 18 ára gomlu Thibaut Courtois, ið er málverji, og hevur verið leigaður út til Atletico Madrid og áleyparan Romelu Lukaku. Og í januar keypti felagið 19 ára gamla Kevin de Bruyne frá Genk.
Chelsea keypti eisini týska Marko Marin í januar.