HB bardi seg úr tronganum og til sigur

Skálamenn vóru frammanfyri, inntil dagsins HB spælari seytjan minuttir undan leikloki gjørdi bart

Tað var illa spert HB lið, sum seinnapartin var á Skála. Teir, sum higartil hava verið í fremstu røð, vóru ikki á vøllinum á Skála, tí teir eru allir skaddir – Pætur J. Petersen, Adrian Justinussen og Øssur M. Dalbúð.

Skálamenn tevjaðu møguleikan, og teir vóru leingi á odda, men tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti talvan, at HB hevði vunnið 3-1.

Dagsins maður hjá HB var aftur í dag vongverjin í vinstru Daniel Johansen. Hann átti innleggið, sum bar brotssparkið við sær, sum hann umsetti til 1-1. Tá restaðu tað seytjan minuttir, og tveir minuttir seinni stútaði innskifti Heðin Hansen HB framum 2-1. Aftur var tað Daniel Johansen, sum átti innleggið úr vinstru, og tá ið Mathias Nygaard staðfesti 3-1 sigurin, tá ið tíggju minuttir restaðu, var tað aftur eftir innlegg frá Daniel Johansen.

Skálamenn vóru sera raskir, og teir tevjaðu av álvara blóð, tá ið teir í síðsta minutti undan steðginum løgdu seg framum. Aftur var Daniel Johansen í miðdeplinum, tá ið hann av skálahálvuni royndi at leggja aftur til HB málverjan. Jan Ingason Hansen var fyrri á bóltinum enn Teitur Matras Gestsson, og so var málið tómt og 1-0.

 Skála var ágangandi í fyrra hálvleiki, og trimum førum var tað bara, tí Teitur Matras Gestsson var so framúr góður í HB málinum, at heimaliðið ikki legði seg framum.

Fýra minuttir undan steðgin slapp Poul Kallsberg inn um Samuel inn um Samuel Johansen Chukwudi, og so rak hann einsamallur ímóti Teiti Matras Gestsson, sum vann tvídystin.

Sum seinni hálvleikur leið øktist trýstið øgiligt á heimamálið. Eftir fríspark frá Daniel Johansen var René S. Joensen púra blankur fyri málinum, tá ið hann stútaði í stólpan, og minuttin eftir varð bríkslað fyri brotssparki, eftir at Daniel Johansen við frísparki legði innfyri úr vinstru.

Daniel Johansen umsetti trygt brotsspark til 1-1, og so var spurningurin, um skálamenn fór at megna at halda tørn um javnleikin.

Tað gjørdu teir ikki. Innskifti Heðin Hansen stútaði HB framum 2-1, tá ið tað restaði eitt korter. Aftur var talan um framlegging úr vinstru.

Mathias Nygaard staðfesti 3-1 HB sigurin, og aftur var tað dagsins maður, Daniel Johansen, sum átti uppleggið.

 

Skála – HB 1-3 (1-0)

1-0: Jan Ingason Hansen 45.

1-1: Daniel Johansen br 73.

1-2: Heðin Hansen 75.

1-3: Mathias Nygaard 80.

Dómari: Bjarki Danielsen

Skála: Bárður á Reynatrøð – Jóhan Waag Høgnesen (Hanus Mikkelsen, 85.), Pætur Dam Jacobsen, Kristian Martin Jakobsen, Niels Pauli Danielsen – Haraldur R. Højgaard (Djóni Petersen, 80.), Mikal á Reynatrøð – Heðin Klakstein, Ronni Møller-Iversen, Poul Kallsberg – Jan Ingason Hansen (Jákup Joensen, 88.)

Gult kort: Jóhan Waag Høgnesen, Mikal á Reynatrøð, Kristian Martin Jakobsen

Reytt kort: Ronni Møller-Iversen 88. (2 gul)

Venjari: Bill Jacobsen

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Daniel Johansen – Kevin Schindler (Heðin Hansen, 64.), Dan í Soylu, Mathias Nygaard, Mikkel Frankoch – Mads Boe Mikkelsen (Áki D. Samuelsen, 73.) René S. Joensen (Ási Dam, 83.)

Gult kort: Daniel Johansen

Venjari: Jens Berthel Askou