Eftir at kvinnufótbólturin í eldra felagnum í Gundadali eitt tíðarskeið var í tungum sjógvi, siga tølini, at tað aftur gongur rætta vegin. HB vann bronsukrónurnar í bestu deildini í landskappingini, gentur 17 vunnu FM, næstbesta liðið var best í 2. deild kvinnur, og gentur 14 vunnu bronsu.
Nú fyrireikar HB seg næsta ár, tá ið vónin er, at tað skal bera til at bjóða fjúrtan faldu FM vinnarunum í KÍ av.
Allan Dybzak hevur verið venjari tvey tey seinastu árini, og nú boðar hb.fo, at Allan eisini verður venjari næsta ár. Hann hevur verið venjari saman við Ríkin N. Djurhuus.
HB veit eisini at siga, at Heidi Sevdal eisini næsta ár fer at umboða HB. Toppskjúttin í landskappingini býr í Runavík. Í fjør flutti hon til HB at spæla, og bæði í fjør og í ár hevur hon verið vandamiklasti álopsspælarin hjá HB, og í ár var hon besti málskjútti av øllum í landskappingini.
mynd: faroesoccer.com