HB hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við Hera Hjalt Mohr og Dan í Soylu. Í gjár gjørdi felagið eisini sáttmála við Daniel Johansen. Allir sáttmálarnir eru galdandi í tvey og eitt hálvt ár.
Heri H. Mohr, sum er sonur legendariska áleyparan Gunnar Mohr, er uppvaksin í HB. Burtursæð frá einum mennandi ári í AB, hevur hann altíð spælt í reyðum og svørtum. Hann hevur ment seg nógv síðani skiftið til Argir í fjør, og hevur tikið eitt stórt fet afturat í ár, har hann er millum stinnastu spælararnar á liðnum.
– Hetta er tað besta staðið eg kann menna meg sum leikara. Alt er væl skipað við trimum fulltíðarvenjarum. Hetta er tað rætta fyri meg, og so er hetta sjálvandi mítt barndómsfelag, sum eg brenni fyri. At fáa møguleikan at leingja sáttmálan við tveimum árum, er nakað sum eg takkaði ja til beinanvegin, sigur Heri H. Mohr við heimasíðuna hjá HB.
Jens Berthel Askou, venjari hjá HB, letur eisini væl at skjóta bakkinum, ið hevur ein fortíð sum vongur.
– Heri er føddur HBari, sum var ein stuttan túr á Argjum, har hann veruliga fekk ment seg, og fekk nógva spælitíð. Síðani hann kom aftur, hevur hann veruliga víst at hann er klárur at spæla fyri HB, og hevur ment seg enn meira tað síðsta árið. Tað verður spennandi at fylgja honum víðari, og hann hevur prógvað at hann er framtíðarinnar leikari í HB. Mong hava verið bilsin av at hann hevur spælt so væl, men vit hava allatíð kent hansara dygdir, sigur Jens Berthel Askou.
Dan eisini longt
Dan í Soylu bleiv dagsins spælari, tá HB vann á NSÍ sunnudagin. ”Pennurin er gloðheitur” skrivar heimasíðan hjá HB, tí eisini hann hevur gjørt nýggjan tvey ára sáttmála við HB.
- Dan er upprunaliga úr B71, men spældi í nøkur ár á okkara U18-liðið. Eftir ein túr á Argjum og í Sundalagnum, kom hann aftur í Gundadal í 2018. Síðani tá hevur hann verið meira ella minni fastur maður á miðjuni, har tað higartil er blivið til 80 dystir og 17 mál á besta liðnum. Trivnaður og góðar umstøður hava sína ávirkan á at hann nú hevur valt at leggja tvey ár afturat sáttmálanum, skrivar heimasíðan hjá HB.
##med2##
- Høvuðsorsøkin til at eg havi valt at leingja sáttmálan, er at eg stórtrívist her. Eg og Berthel hava eitt gott samstarv, har vit arbeiða við at menna meg sum fótbóltsleikara. Og hetta er ein spennandi tíð vit eru í. So er tað eisini gott at eg ikki nýtist at hugsa so nógv um framtíðina hjá mær, men hava fult fokus á fótbóltin, sigur Dan í Soylu við heimasíðuna.
Venjarin hjá HB fegnast eisini um at Dan í Soylu hevur longt sáttmálan.
- Vit eru sera fegin, nú vit hava long sáttmálan við enn ein leikara, sum hevur verið sera týdningarmikil fyri HB. Ikki bara í ár, men líka síðani hann kom til felagið. Dan er ein tekniskt dugnaligur og klókur spælari, sum er dugnaligur at skapa og útnytta pláss. Men tað sum er mest eyðsýnt við honum, er at hann er ein leikari, ið arbeiðir sera hart. Hann er dugnaligur í presspælinum, og passar tí perfekt inn í okkara ágangandi spælistíl. Harumframt er hann dystaravgerðandi, bæði offensivt og defensivt, sum hann vísti so meistarliga í seinasta dysti ímóti NSÍ, sigur Jens Berthel Askou.
##med3##
Heimasíðan hjá HB leggur afturat, at HB hevur í sinni at gera fleiri sáttmálar komandi tíðina. HB spælir í annaðkvøld móti Víkingi í Sarpugerði. Dysturin verður uttan áskoðarar, men bæði FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.
##ms##