HB eigur flestar á U-21

Sámal Erik Hentze hevur sent boð eftir 22 spælarum at vera við í fyrireikingunum til dystin ímóti Armenia, sum er tann fyrsti í nýggju EM-undankappingini

Bárður á Reynatrøð, málverji hjá Víkingi, er ein av teimum, sum hava fingið landsliðsboð. Hann er liðfelagi við Atla Gregersen, sum er hjálparvenjari á landsliðnum og eisini sæst á myndini

HB er best umboðaða felagið í 22 mannahópinum, sum er boðsendur at vera við í fyrireikingunum til dystin ímóti Armenia, sum er tann fyrsti í nýggju EM-undankappingini. Dysturin verður á Svangaskarði týsdagin 8. juni klokkan 17.30.

Sámal Erik Hentze stendur á odda fyri U-21 liðnum, og saman við hjálparvenjaranum, Atla Gregersen, hevur hann sent boð eftir 22 spælarum at vera við í fyrireikingunum til avbjóðingina.

Fýra spælarar umboða útlendsk feløg, og hinir umboða feløg í bestu deildini í Føroyum. HB er tað felagið, sum er best umboðað. Fimm HB spælarar hava fingið boð. Millum hesar er Lukas Giessing, sum var á vøllinum í 13 minuttir, tá ið HB í fyrsta umfari vann 5-2 ímóti NSÍ. Hann hevur eisini spælt fýra dystir á næstbesta HB liðnum – tann síðsta í fjórða umfari sum var 3. apríl.

Báður á Reynatrøð, Víkingur

Peter Bergmann, Middelfart BK (Danmark)

Bjarti Vitalis Mørk, HB

Samuel Johansen Chukwudi, HB

Dann Fróðason, 07 Vestur

Børge Petersen, KÍ

Ári Arge, EB/Streymur

Noah Hans Mneney, Víkingur

Pætur Skipanes, NSÍ

Magnus Holm Jacobsen, B36

Stefan Radosavljevic, HB

Lukas Giessing, HB

Ingi Jonhardsson, Víkingur

Jonn Johannesen, KÍ

Símun Sólheim, EB/Streymur

Steffan Løkin, B68

Áki Debes Samuelsen, HB

Andrias Edmundsson, Águilas FC (Spania)

Hanus Sørensen, Middelfart BK (Danmark)

Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ

Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)

Andrass Johansen, B36

Sum liður í fyrireikingunum til dystin móti armenum, spælir U21-landsliðið venjingardyst á Svangaskarði hósdagin 3. juni móti íslendska U19-lansliðnum.

Hini londini í EM-undankappingarbólkinum hjá U21-liðnum eru Frakland, Norðurmakedónia, Ukraina og Serbia.

Bárður á Reynatrøð, málverji hjá Víkingi, er ein av teimum, sum hava fingið landsliðsboð. Hann er liðfelagi við Atla Gregersen, sum er hjálparvenjari á landsliðnum og eisini sæst á myndini