HB eigur hornini

Fótbóltur: Við einum uppibornum 2-0 sigri á KÍ í eini finalu, sum ongantíð bleiv tann stóra fótbóltsupplivingin, vann HB løgmanssteypið til ognar

Havnar Bóltfelag vann mikukvøldið løgmanssteypið fyri fjórðu ferð síðani 1989, og tað merkti samstundis, at HB fekk steypið til ognar.

Síðani 1989 hevur HB fram um nakað annað lið sett sín dám á hesa kappingina, og HB er eisini liðið, sum hevur verið oftast í finaluni ? tilsamans átta ferðir. Í so máta er tað uppiborið, at løgmanssteypið nú verður standandi í HB-húsinum.

Finaludysturin móti KÍ var ikki tann stóra upplivingin leikliga sæð. Tað var langt ímillum teir uppløgdu málmøguleikarnar, og meginparturin av spælinum gekk fyri seg á miðvøllinum.

KÍ legði hart út við at elta HB-ararnar langt uppi á vøllinum, og klaksvíkingar kláraðu hesa uppgávuna sera væl. HB-liðið varð lagt undir trýst, og tað var eyðsæð, at teimum ikki dámdi serliga væl ikki at fáa frið til at byggja sítt egna spæl upp.

Tað vóru broytingar á KÍ-liðnum í mun til katastrofudystin í landskappingini sunnudagin. Jan Joensen og Símin Waag Høgnesen, sum báðir vóru leikbannaðir sunnudagin, vóru við aftur, og harafturat var Heðin á Lakjuni fluttur fram í álopið, meðan toppskjúttin Rógvi Jacobsen var settur aftur á vøllin at ansa eftir Allani Mørkøre. Rógvi røkti hesa uppgávuna væl, og Allan Mørkøre gjørdi langt frá so nógv um seg úti í høgra borði, sum hann gjørdi sunnudagin.

Saman við Allani í høgru síðu er Jens Erik Rasmussen í vinstra borði ein tann týdningarmiklasti spælarin á HB-liðnum, og meðan tað eydnaðist rættiliga væl at pakka Allan Mørkøre inn, gekk ikki so væl í hond at halda Jens Erik frá bóltinum.

Av tí sama bleiv HB vandamiklast, tá Jens Erik kundi seta ferð á frameftir við bóltinum, og tað var í veruleikanum eisini tað, sum kostaði KÍ sigurin í seinasta enda.


Tað fleyt ikki

Tað eydnaðist ongantíð hjá hvørki HB ella KÍ at fáa vongspælið veruliga at flóta. Hjá KÍ hava bæði Harley Bertholdsen og John Hansen spælt betri dystir enn mikukvøldið, og Arnold Joensen og Marek Wierzbicki komu ongantíð í gongd. Tað skal sigast, at hóast útgangsstøðan hjá KÍ var at trýsta HB uppi við miðjuna, so var tað ein rættiliga defensiv útgangsstøða. Sjálvt hetta at órógva HB-liðið so nógv, at spælið hjá teimum ikki koyrdi so væl, eydnaðist so at siga til fulnar, men tað gjørdi eisini, at dysturin bleiv eitt meir ella minni tunt upplivilsi, eisini tí at tað var sjáldan, at KÍ fekk nakað veruligt álopsspæl í gongd.

Um fyrra hálvleik, sum endaði uttan mál, kann í stuttum sigast, at KÍ ofta fekk bóltin av mótstøðuliðnum, men dugdi illa at brúka hann, meðan HB var vandamiklast í deyðbóltsstøðunum. HB-liðið hevur nógvar høgar menn og er vandamikið í hornaspørkunum og langu innkøstunum frá Allani Mørkøre og Bjarka Mohr, men innleggini hjá teimum vóru sum oftast ov óneyv.


Rógvi nær við

Trýstið hjá KÍ elvdi eisini til, at HB ofta noyddist at spæla bóltin aftur eftir vøllinum og byrja av nýggjum. Tá HB hinvegin royndi at spæla frameftir í staðin fyri aftureftir, endaði tað ofta við, at KÍ fór avstað við bóltinum, og onkrar vandamiklar støður spurdust burtur úr tí. KÍ endaði fyrra hálvleik betur, og tvær ferðir kundi Rógvi Jacobsen lagt klaksvíkingar á odda við skallarum.

Fyrstu ferð var, tá Kurt Mørkøre sendi Heðin á Lakjuni avstað í vinstru síðu. Heðin sendi innfyri, men Rógvi skallaði uppum. Og tríggjar minuttir seinni stútaði sami Rógvi beint á Kaj Leo eftir innlegg úr høgru.

Annars var tað HB, sum hevði fyrsta møguleikan í dystinum. Tað var, tá eitt korter var spælt, tá Súni Fríði Johannesen spældi Allan Mørkøre, sum rann frá beiggjanum Kurt, men rakti við síðuna av.

Tveir minuttir seinni var tað KÍ, sum lá framvið. John Hansen sendi innfyri til Heðin á Lakjuni, sum stóð púra óvardur eini tíggju metrar framman fyri HB-málinum og setti høvdið á hann, men als ikki rakti málið.

Og tríggjar minuttir eftir tað mundi ein misskiljing millum Jan Dam og Hans á Lag givið Heðini á Lakjuni ein góðan møguleika, men Kaj Leo Johannesen var komin út úr málinum og fekk sparkað burtur, áðrenn Heðin kom ímillum.

Í hinum endanum kundi Rúni Nolsøe við eitt sindur av neyvleika lagt HB á odda, men hann var ikki heilt til reiðar, tá bólturin kom út til hann eftir trunkaspæl, og hann fór langt uppum.


Jens Erik slapp avstað

Byrjanin av seinna hálvleiki líktist nógv fyrra. HB hevði bóltin meir, men KÍ trýsti og gav ikki havnarliðnum frið til at fáa nakað veruligt spæl í gongd.

Men tað tyktist, sum um klaksvíkingarnir so líðandi møddust av hesum krevjandi spælinum at renna aftaná HB-arunum allatíðina, og teir reyðu og svørtu vórðu ágrýtnari, sum tíðin gekk.

Tá 62 minuttir vóru farnir, bleiv bólturin spældur úr vinstru síðu út í høgru til Allan Mørkøre, sum setti ferð á inn í brotsteigin. Men við bestu takkling í dystinum fekk Jan Andreasen bóltin av honum, beint áðrenn klaksvíkingurin hjá HB skuldi til at skjóta.

Fýra minuttir seinni varð Jan Dam settur av fyri fyrstu ferð í dystinum, tá Arnold Joensen slapp framvið honum, men innleggið hjá kvika KÍ-aranum endaði beint á einum HB-skalla. Eftir hetta álopið kom Allan Joensen inn í álopið hjá KÍ, og Arnold varð settur longur aftur á vøllin.

Og fýra minuttir eftir hetta legði HB seg á odda, og tað var fyrst og fremst Jens Erik, sum átti heiðurin fyri tað málið.

Hann fekk bóltin afturi á egnari hálvu, sá holið, og rak allan vegin fram móti KÍ-brotsteiginum, har hann varð steðgaður, so HB fekk fríspark.

KÍ setti manngarð upp, Allan Mørkøre skeyt, rakti onkran á vegnum, og knappliga stóðu tríggir HB-arar leysir við Gunnari á Steig. Tað bleiv Hans á Lag, ið fekk sent bóltin framvið KÍ-málverjanum, sum einki kundi gera.

Stór frøi á HB, meðan KÍ-ararnir vóru í øðini og vildu hava rangstøðu frá linjudómaranum. Tað bleiv til tað, at onkur tók í bæði linjudómara og dómara. Hevði Niklas á Líðarenda, sum fram til tá hevði dømt stak væl, verið konsekventur tá, hevði reyða kortið verið á lofti til onkran klaksvíking, men liðskiparin Kurt Mørkøre var tann einasti, sum fekk eitt gult kort, og so hendi ikki meir.

Sami Kurt noyddist annars út at dempa KÍ-áskoðararnar eftir málið hjá HB. Fleiri fløskur vórðu tveittar inn á vøllin, og tað líkist snøgt sagt ongum. Um FSF tekur hetta í nóg stórum álvara, kann tað enda við, at KÍ fær eina bót.

Um málið átti at verið kolldømt fyri rangstøðu, er sera ilt at siga. HB-ararnir vóru ikki rangstaddir, tá Allan skeyt frísparkið, men teir runnu inn, meðan KÍ-ararnir runnu út, tá bólturin rakti ein mann á vegnum. Sjónvarpsmyndirnar aftan á kundu heldur ikki brúkast til at avgera nakað.

Beint eftir leiðslumálið kundi Heðin á Lakjuni við eitt sindur av hepni javnað tá Jan Andreasen legði skrátt aftur frá baklinjuni, men hann rakti als ikki bóltin.

Og longu tveir minuttir seinni bleiv dysturin avgjørdur. HB fekk innkast í høgru síðu, og eitt innkast frá Allani Mørkøre er at meta sum hornaspark. Bólturin kom innfyri málið, og umgyrdur av tveimum KÍ-arum leyp Andrew av Fløtum upp og beindi bóltin í netið til 2-0.

Nú var liðugt hjá KÍ, sum heldur einki fekk burtur úr at seta Kurt fram í álopið. Klaksvíkingar royndu at trýsta, men lítið kom burtur úr, og stórt meiri hendi ikki í dystinum, sum HB nú bert vildi hava at enda.

Jan Dam var kortini heppin at sleppa at spæla allan dystin, tá hann í 84. minutti jarðlegði Olgar. Takklingar aftanífrá skulu sambært nýggju reglunum geva reytt kort, og hesa ferð hevði Olgar, sum hevði ryggin til, ongan møguleika at síggja Jan Dam, sum ikki nart bóltin, men bert fekk mannin, koma ímóti sær.

Hinvegin hevði tað verið sera spell fyri HB og Jan, sum var millum teir bestu á vøllinum, um hann sum liðskipari hevði verið noyddur av vøllinum stutt áðrenn tíð.

KÍ kláraði at halda HB í 70 minuttir og avreiddi ein nógv betri innsats enn sunnudagin, men tað var kortini ikki nóg mikið, fyrst og fremst tí taktikkurin við eini væl mannaðari miðju, sum legði trýst á HB, kostaði frammi í undirmannaða álopinum, har lítið kom burturúr.

Allan Joensen kom á vøllin fyri Harley miðskeiðis í seinna hálvleiki og varð settur fram á vøllin, meðan Arnold var tikin longur aftur. Allan er ein frálíkur fótbóltsspælari, men hevur ikki spælt nógv á 1. deild í ár vegna skaða, og hann fekk lítið burturúr í oddinum. Hinvegin hevði Harley heldur ikki gjørt tær stóru skreytirnar. Marek kom ongantíð rættiliga við í offensiva partin av dystinum, meðan Heðin á Lakjuni ov ofta var einsamallur har frammi.

Hjá HB var Bjarki Mohr offensivari enn leingi sæð. Tað hevði nakrar vandamiklar støður við sær, og sum heild var vinstra síða hjá HB nógv vandamiklari enn høgra, har KÍ ansaði væl eftir Allan Mørkøre. Jens Erik Rasmussen var besti spælari hjá HB, tí tá vandi var á ferð, var tað sum oftast Jens Erik, sum stóð aftanfyri álopið. Tað var eisini hann, sum fekk frísparkið, ið førdi til fyrsta málið, tá hann rak um hálvan vøllin fram eftir miðásini. Í verjuni spældi Jan Dam enn eina ferð ein so at siga feilfrían dyst, men var heppin at sleppa við einum gulum korti, tá hann seint í dystinum takklaði Olgar Danielsen aftanífrá.

Kurt Mørkøre var eisini rættiliga heppin at sleppa at spæla allan dystin. Næstan øll í Gundadali sóu, at hann fyrst gjørdi seg inn á Hans Fróða, sum lá niðri í HB-brotsteiginum, og beint aftan á fór KÍ-liðskiparin sera hart inn í Kaj Leo Johannesen. Hetta tilsamans átti at givið í minsta lagi eitt gult kort, og tað hevði Kurt eitt av frammanundan.

Men alt í alt var ikki talan um nakran óreinan dyst, hóast so nógv stóð upp á spæl. Henda finalan fer ikki at vera mint fyri tað góða spælið, men heldur fyri spenningin, sum helt sær fram til 2-0 málið hjá HB. Tað skal framvegis nógv til at fáa eina betri finalu enn hana í 1994, tá KÍ vann 2-1 á B71. HB vann løgmanssteypið til ognar og hevur nú góðar møguleikar fyri at endurtaka bragdið hjá GÍ í 1996 og vinna the double.