HB: Eitt herðaklapp um spælarar fara uttanlands

HB ætlar ikki at standa í vegin fyri spælarar sum Adrian, Daniel og Samuel

Nýggi venjarin hjá HB, Kim Engstrøm, hevur seinnu árini verið venjari hjá U19 hjá OB, har hann hevur havt fleiri spælarar undir hond, sum hava tikið stigið frá ungdómsfótbólti til yrkisfótbólt, og spælarar, sum eru farnir víðari í yrkisleiðini.

 

HB hevur í løtuni fleiri spælarar, sum eru á gáttini til at royna yrkisleiðina uttanfyri Føroyar. Adrian Justinussen royndarvenur í AC Horsens, Daniel Johansen royndarvenur í FC Fredericia, meðan in.fo í í vikuni avdúkaði, at Samuel J. Chukwudi er í samráðingum við belgiska felagið Union St. Gilloise.

 

– Vit skulu ikki vera bangin fyri at missa spælarar til útlendsk feløg, sum spæla á hægri stigi. Felagið stendur ikki í vegin, um ein spælari vil royna seg uttanlands. Fyri felagið er tað eitt herðaklapp, at vit kunnu uppala slíkar spælarar. Og teir, sum fara avstað, skulu altíð hava kensluna av, at teir eru vælkomnir aftur, sigur Kim Engstrøm í samrøðu við heimasíðuna hjá HB.

 

HB hevur longu fingið tilgongd av Ára Mohr Jónsson, men fyribils sær ikki út til, at Km Engstrøm ger sum eitt nú Jens Berthel Askou, ið hevði fýra spælarar við.

 

- Tað er týdningarmikið, at vit hava spælarar við HB-DNA. Her er eingin størri enn felagið, og tað er nakað, sum eg taki fult undir við. Áðrenn vit fara út eftir øðrum spælarum, hyggja vit innanhýsis í felagnum. Liðið er sterkt, og næstan allir hava verið úttiknir til A- ella U21-landsliðið, sigur Kim Engstrøm, sum tó letur upp fyri, at onkur tilgongd verður.

 

– Breiddin skal styrkjast, men her hyggja vit sum sagt fyrst innanhýsis í felagnum. Tí fyri okkum er tað týdningarmiklasta at teir vilja HB, sigur nýggi venjarin hjá HB.

 

Eitt skifti ljóðaði, at HB ætlaði sær Patrik Johannesen, men hann hevur onga ætlan um at koma aftur til føroyskan fótbólt fyribils. René Shaki Joensen og Mads B. Mikkelsen eru farnir til KÍ, meðan Tróndur Jensen og Ári M. Jónsson eru komnir til.