HB heldur fast um sína støðu sum ósigrað oddalið í Betrideildini hjá monnum. Í sjeynda umfari var tað Skála, sum vitjaði HB í Gundadali, og hóast teir stóðu óvæntað væl ímóti allan fyrra hálvleik, so megnaðu heldur ikki teir at taka nakað stig frá HB.
HB sat á tí mesta í fyrra hálvleiki og spældi seg eisini í nakrar góðar støður, men Skála vardi væl fyri og slapp til hálvleiks við 0-0.
Í seinna hálvleiki skuldi HB tó ikki brúka langa tíð um at leggja seg á odda. Eftir góðum fimm minuttum vísti Pætur Petersen vegin til málið og legði heimaliðið á odda 1-0, og korterið aftaná øktu René Shaki Joensen og Øssur M. Dalbúð til 2-0 og 3-0.
Eftir hetta var ongantíð nakar vandi á ferð hjá HB, sum við 3-0-sigri á Skála í dag varðveitir fulla stigatalið og hevur nú 21 stig fyri fyrstu sjey dystirnar. At TB fyrr í dag fekk eitt stig í 0-0-javnleiki merkir at Skála nú er einsamalt á aftasta plássi við einum stigi.
Umframt tey trý stigini kundi HB í dag fegnast um at síggja Jógvan Róa Davidsen aftur á vøllinum. Hann hevur verið skaddur og ikki spælt fyrr í ár. Hann varð innskiftur eitt gott korter inn í seinna hálvleik á sítt vanliga leikpláss, høgra bakk.
Ein dystur er eftir at spæla í 7. umfari. Tað er dysturin ímillum KÍ og Víking, sum byrjar nú kl.19.00. FM1 er á staðnum og sigur beinleiðis frá dystinum.
HB - Skála 3-0 (0-0)
1-0: Pætur Petersen, 51.
2-0: René Shaki Joensen, 60.
3-0: Øssur M. Dalbúð, 66. (br.)
HB: Teitur M. Gestsson - Heri H. Mohr (61. Jógvan Rói Davidsen), Bartal Wardum, Samuel Chukwudi, Daniel Johansen - Mikkel Frankoch - René Shaki Joensen (74. Ási Dam), Dan í Soylu, Mathias Nygaard, Heðin Hansen (46. Pætur Petersen) - Øssur Dalbúð
Skála: Bárður á Reynatrøð - Jóhan Waag Høgnesen, Kristian Martin Jakobsen, Pætur Dam Jacobsen, Djóni Petersen - Heðin Klakstein, Teitur Poulsen (71. Jákup Joensen), Mikal á Reynatrøð, Aksel B. Danielsen (62. Rói Olsen), Poul Kallsberg (83. Hanus Mikkelsen) - Niels Pauli B. Danielsen
Gult kort: Mikal á Reynatrøð