HB er fyrsta avbjóðingin hjá altjóða liði

Uppflytararnir á Argjum fara í grannauppgerð seinnapartin fyri fyrstu ferð at royna seg við altjóða liði

Sámal Erik Hentze er aftur venjari á Argjum, har HB seinnapartin verður gestur

Tað verður grannauppgerð á Argjum seinnapartin. Hjá AB er málið í ár at varðveita plássið í bestu deildini, sum argjamenn vunnu síðsta heyst. Hjá HB er málið sammett við í fjør at lyfta seg eitt pláss og harvið at vinna FM.

Ein stórur partur av HB manningini verður tann sami í dag, sum hann var í fjør. Kim Engstrøm er nýggjur venjari, og gamli kenningurin Tróndur Jensen er aftur í HB troyggjuni. Í miðverjuni er danski Gustav Kjeldsen nýggjur. Miðverjin Bartal Wardum og Ári Mohr Jónsson, sum er aftur í barndómsfelagnum eftir fleiri ár í norskum fótbólti, eru skaddir.

Sámal Erik Hentze er aftur venjari í AB, har hann fleiri ferðir áður hevur havt ábyrgdina. Tað er stórur spurningur um, hvussu AB liðið fer at vera mannað í dag. Fleiri enn teir, sum skulu til fyri at manna eitt fótbóltslið, eru komnir úr útlandinum og á Argir at spæla fótbólt. Onkrir av hesum spælarunum eru ikki tøkir, tí loyvini eru ikki komin uppá pláss. AB veteranarnir Jobin Drangastein og Rógvi Poulsen eru skaddir.

Í fjør var AB í næstbestu deildini. Í 2020 hevði AB tvær ferðir vitjan av HB, sum vann fyrra dystin 5-0. Seinni dysturin var minnisríkur. Tá vann HB 3-2. HB var frammanfyri 2-0, áðrenn AB svaraði aftur og javnaði til 2-2. So varð Samuel Johansen Chukwudi vístur av vøllinum, men hóast tað vóru 10 úr HB ímóti 11 AB spælarum, so eydnaðist tað í evstu løtu Hilmar Leon Jakobsen at skora 3-2 HB sigursmálið. Hetta var fyri hálvum øðrum ári síðani - 24. oktober 2020, tá ið 25. umfar var á skránni.

Sámal Erik Hentze er aftur venjari á Argjum, har HB seinnapartin verður gestur