HB er stórvavorittur

Gøtumenn halda seg ikki hava nakað at tapa, meðan teir í HB ikki halda, at støðan í landskappingini kann brúkast, tá talan er um steypafinalu

Hyggja vit eftir støðutalvuni í landskappingini, so er eingin ivi um, at HB er favorittur at vinna steypafinaluna í morgin. HB tykist vera á veg móti FM heitinum, meðan gøtumenn higartil hava havt ilt við at slíta seg leysan úr aftara endanum.

? HB er favorittur. Vit hava einki at tapa og fara í Gundadal fyri at gera okkara besta. So fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur liðformaðurin hjá GÍ, Magni Jarnskor.

Rúni Nolsøe er liðformaður hjá HB. Mánadagin komu hann og liðfelagarnir aftur til Føroya, eftir at teir leygardagin høvdu verið í Ungarn og spælt í Intertoto Cup. Liðformaðurin heldur, at teir hava verið eitt sindur troyttir í vikuni. Teir hava vant eitt sindur á Tórsvølli, og teir hava sinniliga hitað upp til stóru uppgávuna í morgin. Men Rúni Nolsøe heldur ikki, at HB er upplagdur favorittur:

? Tað er rætt, at tað hevur gingið væl hjá okkum í ár. Men ein steypafinala er heilt øðrvísi enn ein long landskapping. Vit hava sjálvsálit at spæla finaluna, men vit eru grreiðir yvir, at tað verður torført. GÍ hevur vunnið nógv, og teir eru greiðir yvir, at um teir skulu vinna nakað í ár, so skal tað vera í steypakappingini. Tí er tað heilt opið. Vit vunnu landskappingardystin í Gøtu 2?1, men tá var tað sera tætt, staðfestir HB liðformaðurin.

Hjá HB hava allir spælararnir verið til venjing í vikuni. Tað er neyvan sannlíkt, at Ion Geolgau fer at broyta liðið, sum hevur staðið seg so væl í landskappingini. Tað vil við øðrum orðum siga, at rumenararnir báðir ivaleyst fara at vera á beinkinum frá fyrsta bríksli.e;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.

Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.


GÍ var betri

Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.

Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.

Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.

»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.


Finala um løgmanssteypið

HB-GÍ 0-1 (0-1)

0-1: Óli Hansen


Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ


Dómari: Suni Johansen


HB:

Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum


GÍ:

Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm